SønderjyskE boðaði í dag frá, at Teit Jacobsen gevst í felagnum eitt hálvt ár fyri tíð. Orsøkin er skaðar, sum hava gjørt at orkuríki vongurin ikki hevur kunna spælt í longri tíð. Hann ætlar sær heim at venda.
- Eg komi til Føroya nú, men vónandi sleppi eg avstað aftur eftir hetta kappingarárið. Eg eri opin fyri øllum møguleikum, sigur Teit Jacobsen í stuttari viðmerking.
Teit Jacobsen er uppvaksin í HB og tað er ongin ivi um, at HB hevur áhuga at knýta 21 ára gamla vongin til felagið. Sum skilst, so er møguleiki fyri at Teit Jacobsen kann spæla aftur um góðar tveir mánaðir.