Í løtuni er Teitur á konsertferð í USA, men um tvær vikur kemur Teitur til Evropa ein túr, at spæla eina konsert. Stay Under The Stars kemur út í Týsklandi 17. september, og 20. september spælir Teitur á risastóru Popkomm messuni í Berlin.
Nú er skráin fyri Popkomm almenn. Har sæst, at Teitur er fyrsta navnið, ið skal á pallin hetta kvøldið, ið hevur fingið yvirskriftina Denmark@Popkomm 2006. Konsertin verður í stóra klubbanum Fritzklub im Postbahnhof, ið er gamla postbreytarstøðin í Eystur Berlin, umframt Teitur spæla Outlandish, Powersolo, Junior Senior, Spleen United og Infernal hetta kvøldið.
Føroyavinurin Arne List, ið býr í Týsklandi sigur, at hetta stað er ein tann størsti av hesum slagnum av tónleikaklubbum í Berlin, hølini taka eini 1200 fólk, og at í fjør var útselt í sambandi við Popkomm.
Tað er útvarpsstøðin Radio Fritz, ið eigur klubban. Hetta er ein útvarpsstøð, ið sendur sendingar til tey ungu í Berlin og Brandenburg. Henda útvarpsstøð fer væntandi at senda konsertina beinleiðis, ella í øllum førum partar av henni. Danska útvarpsstøðin P3 sendur konsertina beinleiðis, so Teitur spælur hetta kvøldið beinleiðis fyri einum sera stórum lurtaraskara í Danmark og Týsklandi.
Radio Fritz fer at ummæla konsertina hjá Teiti, og eisini nýggju fløguna hjá honum, greiðir Arne List frá.
Almenna Danmark brúkar nógvan pening og orku uppá at luttaka á hesi messu. Hetta verður gjørt fyri at menna tónleik, sum útflutningsvinnu. Í fjør spældu m.o. Nephew, Carpark North og Kashmir á messuni. Í tónleikaídnaðinum verður Popkomm mett at vera ein festivalur, ið snýr seg um bólkar, ið gerast stórir um nøkur ár. Tey frá ídnaðinum, ið luttaka á festivalinum eru tey, ið veruliga hava áhuga í at vitja festivalin. Her er ikki so nógv talan um glitur og annað tílíkt hóvasták, men heldur um veruligan handilsskap innan tónleikaídnaðin. Her verða nøvnini funnin, ið ídnaðurin fer undir at satsa uppá komandi árini.
Sí samlaðu Popkomm skránna á popkomm.de ella vitja Fritz Club á fritzclub.com