Fyri løtu síðani kunngjørdi FSF, hvørjir teir ellivu vera, sum skulu spæla ímóti Lettlandi í Riga.
Tey tíðindini vóru løgd her á in.fo fyri løtu síðani.
Merkisvert er tað, at landsliðsvenjarin Håkan Ericson hevur gjørt av, at Teitur Matras Gestsson skal verja føroyska málið. Eingin ivast í, at Teitur var besti málverjin í føroysku kappingini í ár, og at hann átti stóran lut í, at HB vann FM.
Tað merkisverda er, at hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Teitur Matras Gestsson er tikin framum Gunnar Nielsen í kappingardysti, tá ið báðir málverjarnir eru tøkir. Í fleiri ár hevur Gunnar verið roknaður at vera fyrsta val og Teitur annað val. Soleiðis er tað ikki ídag. Nú er Teitur fyrsta val og Gunnar annað val.
Teitur hevur higartil spælt tíggju landsdystir, og hann hevur verið málverji í teimum fýra landsdystunum í heyst – í vinardystinum ímóti Danmark (0-4) og Nations League dystunum ímóti Andorra (1-0), Lettlandi (1-1) og Andorra (2-0).
Gunnar Nielsen vardi málið í Nations League á heimavølli 3. september ímóti Malta (3-2). Koronan er orsøkin til, at hann var noyddur at geva avboð til teir fýra dystirnar, sum síðani hava verið í heyst, og koronan er orsøk til, at hann ikki hevur spælt í íslendsku landskappingini síðani fjórða oktober. Hann vardi føroyska máið fyri 59. ferð í 2-1 tapinum ímóti Litava mikukvøldið, men nú hevur landsliðsvenjarin gjørt av, at hann í dag skal vera á beinkinum, og at Teitur Matras Gestsson skal verja málið.
Teitur hevur síðani fjórða oktober spælt fimm landskappingardystir og tríggjar landsdystir – ímóti Danmark, Lettlandi og Andorra.
Fyrsta bríksl í Riga verður klokkan 17.00.
Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Gunnar Vatnhamar – Meinhard E. Olsen, Klæmint A. Olsen.
Á beinkinum: Gunnar Nielsen, Kristian Joensen, Jóannes K. Danielsen, Ári Mohr Jónsson, Magnus Holm Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Adrian Justinussen, Hilmar Leon Jakobsen, Bartal Wardum, Dan í Soylu og Heðin Hansen.
Dómarabólkurin er úr Monte Negro: Nikola Dabanović er dómari, hjálpardómararnir eru Milovan Djukić og Vladan Todorović og Miloš Bošković er fjórði dómari.
Tað er turt og kalt – trý stig – í Riga, har dysturin verður á Daugava stadion.