Teitur: Føroyar eru eitt lortaland fyri kvinnur

Føroyar eru eitt lortaland fyri kvinnur, tí tað er so mannsjavinistiskt. Hetta sigur Teitur Lassen millum annað í drúgvum práti við Berlingske Tidende um vikuskiftið.

Kortini ætlar heimskendi føroyingurin sær heim aftur einaferð – tí hann ynskir at vera við, um og tá Føroyar gerast sjálvstøðugar

Berlingske Tidende prentaði eitt umfatandi prát við Teit Lassen um vikuskriftið. Greinin byrjar við, at Teitur framførir til risastóru mótasýningina hjá Guðrum og Guðrum vesturi í Vágum herfyri.

Vinkulin er nógv av tí, sum vit hava hoyrt um fyrr. Um tíðina í føroyska tónleikaumhvørvinum, ungdómsárini í Mark No Limits, tíðina eftir at hann flutti niður og stóru tónleikaupplivingarnar í Holsterbro. Og um byrjanina til karrieruna í Keypmannahavn, har hann 19 ára gamal sat í tvey ár og skrivaði sangir, áðrenn hann varð uppdagaður og sendur til USA at gera tónleik.


Listarliga frælsið

Í undiryvirskriftini skrivar høvundin, Tonie Yde Mørch, soleiðis: Teitur dró út í heimin við skroypiligu poprocksangun sínum. Fekk ein rimmarsáttmála í USA, men droppaði tað heila, fyri at verða trúgvur mótvegis tónleiki sínum. Í dag verður hann róptur fínasti útflutningstónleikur Føroya.

Og her eru vit inni við kjarnini í drúgvu greinini, tí hóast Teitur hevði allar møguleikar at gerast tað heilt stóra í USA, so er hann fyrst og fremst ein tónleikari, sum ikki gongur uppá kompromis við listina. Tí er eisini ein umfatandi gjøgnumgongd av tíðini yviri í USA, sum kulmineraði við, at hann sleit samstarvið og segði upp sáttmálan við eitt av heimsins størstu plátufeløgum, fyri at vera trúgvur mótvegis tónleiki sínum. Ein avgerð, sum kom at kosta dýrt peningaliga, men sum hevði við sær, at Teitur varðveitti listarliga frælsið.


Veit eg havi rætt

- Eg havi ongantíð skrivað sangir fyri at gerast kendur, og eg skilji als ikki hesa tráanina eftir at gerast kendur. Har er so nógv ábyrgdarloysi innan tónleikaheimin, tí nógv eru har bara fyri at gerast kend…sigur Teitur Lassen millum annað í greinini. Og hann slær fast, at:

Hóast eg ikki selji tvær milliónir fløgur, so veit eg, at eg havi rætt. At onkur er, sum dámar tónleik mín, og at eg kann standa hundrað prosent inni fyri tí, sum eg geri. Eg havi ikki hug til at luttaka í hasum risastóra happadráttinum og broyta meg fyri møguliga at gerast ein av teimum fáu, sum verða heimskend, sigur Teitur Lassen.


Kemur heim aftur

Greinin snýr seg sjálvandi eisini um Føroyar, og hvørjar tankar Teitur hevur um heimlandið. Eitt nú tíðina eftir at foreldrini fóru hvør til sítt, tá hann var 14, og flutti niður til Holsterbro, tá hann var 17.

- Eg var ongantíð í iva um, at eg vildi flyta við mammu og manni hennara til Danmarkar. Systur mín búði har longu. Hon var flutt nøkur ár frammanundan fyri at koma burtur úr Føroyum, sum er eitt lortastað fyri kvinnur, tí tað er sera mannsjavinistiskt. Kvinnur hava onki at siga har.

Í greinini sigur greinaskrivarin eisini, at hóast Teitur hevur búð í Keypmannahavn, New York, London og í dag í Stockholm, roknar hann við at venda aftur ein dag. Til Føroyar. Tí har koma fólk hvørjum øðrum við, og her ber ikki til at krógva seg – og tí hann ynskir at stuðla uppundir, um og tá Føroyar ein dag kunnu rópa seg sjálvstøðugar.


--


--


Teitur fortelur í greinini um ein eldri fótbólsáskoðara, sum við einari speiskari viðmerking fekk heimsstjørnuna hálaða væl og virðiliga niður á jørðina:

»Einaferð tá eg var heima og vitjaði pápa mín, bað hann meg koma og hjálpa sær at selja atgongumerkir við fótbóltsvøllin. Sum eg gekk har í jakka hjá fótbóltsfelagnum og seldi atgongumerki, kom ein eldri maður til mín og spurdi: »Ert tú ikki hasin har Tei-tur, sum fór út í verð fyri at spæla tónleik? Eg svaraði eitt sindur stoltur »Jú«, og hann svaraði turrisliga aftur: »Nå, tað gekk ikki so gott, ha?«