Teitur í Gjethuset

Í kvøld ber til at hoyra Teit Lassen live í Gjethuset í Frederiksværk. Eivør Pálsdóttir fer eisini á pall við Teiti. Um ein er í Danmark í løtuni, so ber til at hoyra Teit og Eivør í kvøld.

Sambært konsertkalendaranum hjá Gaffa.dk, spælir Teitur í Gjethuset í kvøld. Og Eivør fer eisini á pall sum tað ið nevnt verður ?support?.

Á heimasíðuni hjá Gjethuset sæst, at hetta er í samband við síðstu fløguna hjá Teiti, Let The Dog Drive Home. Og heimasíðan hjá Gjethuset hevur nógv søguligt um tónleikaleiðina hjá Teiti, innan komið verður inn á, hvør Eivør er, men staðfest verður, at hon er ?naturtalent?, sum eisini hevur vitjað í Gjethuset fleiri ferðir.

Konsertin verður klokkan 20:00 danska tíð í kvøld í Gjethuset.