Teitur á Islands Brygge fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið er tiltak í mentanarhúsinum Kulturhuset Islands Brygge í Keypmannahavn, har Teitur Lassen er høvuðsnavn Teitur er høvusnavnið og einasti solistur fríggjakvøldið í Kulturhuset Islands Brygge, sum eisini húsar tveimum góðum tónlekarum. At Teitur er eitt gott navn í Danmark í hesum døgum, er ikki ringt at skilja, i maðurin varð mettur at vera ársins danski sangari í fjør av Dansk Musik Awards, og boðin at lata upp Roskildefestivalin á størsta pallinum fyrr í ár. Hann hevur eitt ótal av útseldun konsertum á baki og hevur útgivið nógvar fløgur. ?The Singer? fekk toppkarakter frá tónleikablaðnum Gaffa, sum skrivaði soleiðis: ?et sjældent ambitiøst og i dansk sammenhæng helt unikt popalbum?.

Umframt tveir góðar troubadourar, so kann Teitur hesaferð upplivast sum nakað annað - nemiga sum solistur komandi fríggjakvøld í Kulturhúsinum á Islands Brygge nr. 18. Kanska veður tað ein meira persónlig konsert frá Teiti, sum skal standa einsamallur á palli. Hinir báðir, sum upptraðka hvør sær, og onkuntíð saman, eru Sean Needham og Jacob Speake, og eru teir báðir væl royndir tónleikarar og hava fólk afturat sær á pallinum. Sean hevur hitað upp fyri t.d. Tracy Chapman og Jacob er fyriskipari av sjálvum tiltakinum fríggjakvøldið saman við Kuturhúsinum.

Á myspace hjá Teiti stendur at lesa, at umframt fríggjakvøldið, so hevur Teitur 10 aðrar konsertir næstu 14 dagarnar í Danmark, áðrenn hann fer víða um í Europa á túri, sum endar í Svøríki og Noreg.

Konsertin fríggakvødlið byrjar kl 20 endar um midnáttarleitið. Meira at um hetta á www.k-i-b.dk, upplýsir FO INVASION