Orange pallurin er størsti pallurin hjá Roskilde festivalinum, og tað er eisini á hesum palli, at tey størstu nøvnini hjá festivalinum sleppa at framføra; í ár nøvn sum Gnarls Barkley, The Streets, Radiohead og Neil Young. Teitur er settur millum stjørnurnar at spæla á hesum pallinum, tá hann í kvøld verður tann fyrsti at seta føturnar á hann hetta árið.
Hvussu er hendan framførslan komin í lag?
- Tað eru faktiskt tvær versiónir av tí. Tann eina er, at man hevur gjørt fýra plátur og turnerað í átta ár og á tann hátt gjørt vart við seg. Hin er, at Roskilde umboðini ganga og leita eftir einum navni, sum skal opna. Eg fekk at vita, at tey vóru til seinastu konsertina hjá okkum á Vega, og at tey á tann hátt hava fingið tað hugskotið at seta okkum á Orange pallin, sigur Teitur.
- Vit vóru bookaðir til Roskilde áðrenn hetta, faktiskt sum eitt av teimum fyrstu nøvnunum. Men vit hava ongantíð vitað, fyrr enn nú fyri stuttari tíð síðani, at vit skulu spæla á hesum pallinum.
- Seinast eg framførdi á Roskilde, var á Roskilde Pavilion í 2004. Tað er eisini einastu ferðina, eg havi verið á Roskilde festivalinum.
Hvussu er framførslan uppsett, og hvørji løg ætlar tú at spæla?
- Eg fari at brúka sama bólkin, sum eg havi turnerað við í seinastuni. Bara eitt sindur útviklaðan við blásarum og gittarspælara. Ein vinur hjá mær er eisini við, sum spælir alt møguligt, m.a klaver. Og so hava vit eisini fingið eitt stórt gentukór við.
- Tónleikurin verður ein samanseting av øllum tilfarinum hjá mær, men við serligum denti á tað nýggjasta. Og vit hava avgjørt, at um eitt eykalag skal spælast, so verður tað »Havnin er ein lítil bygd«, sigur Teitur smáflennandi.
Hvussu verða tey føroysku løgini í grundini móttikin í Danmark?
- Tey verða væl móttikin. Eg helt ikki, at tað fór at vera so relevant fyri tey, men tað eru yvirraskandi nógv, sum spyrja eftir tí. Haldi bara, at tað prógvar, hvussu nógv internetið hevur at siga fyri øll; hvussu stóra ávirkan tað hevur, sigur Teitur.
Er hetta stórt fyri teg ella bara eitt annað gigg?
- Hetta er nógv tann størsti pallurin, eg nakrantíð havi spælt á, og hann kann rúma nógv ta størstu áhoyrarafjøldina. So tað er heilt sikkurt stórt fyri meg.
- Tað er okkurt mytologiskt yvir Roskilde. Fólk hava altíð tosað so nógv um tað, og tað eru mong, ið hava upplivað sínar bestu konsertir har. Tað er feitt at sleppa at spæla har, og at sleppa at spæla á Orange er ordiliga kul. Vit skulu hava ljóðroynd samstundis sum Radiohead (ið framføra á Orange nakrar tímar eftir Teit, blaðkv.). Eg veit nú ikki, um Thom Yorke sjálvur fer at bera gittararnar inn, men tað er stuttligt óansæð.
- Hendan konsertin ein góður møguleiki at spæla fyri mongum fólki. Um tað gongur væl, er tað ordiliga gott. Um ikki, so er tað bara eisini skeg. Man hevur sum so einki at missa. Vit vilja bara framføra so væl sum gjørligt og hava tað gott ímeðan. Tá konsertin er liðug, ætli eg mær at seta telt upp og fara á festival. Havi faktiskt ongantíð ordiliga gjørt tað fyrr her, so tað verður kul, greiðir Teitur frá.