Atlantic Music Event fór fram í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið í samband við endabrestin í Prix Føroyar kappingini. AME heiðurslønir vóru handaðar fólki innnan føroyskt tónleikalív og Teitur Lassen gjørdist stóri vinnarin, tá hann vann sær 4 av teimum 14 heiðurslønunum.
Teir ymsu festivalarnir her heima og í grannalondunum valdu sær luttakarar úr rúgvuni av føroyskum fyrstafloks tónleiki og VEGA í Keypmannahvan er áhuga at endurtaka væleydnaða tiltakið frá í fjør ? Atlantic Music Event ? har Gestir, Eivør og Makrel spældu. Men hesaferð verða tað 200, Makrel og Gestir.
AME
Listakvinnan Vígdis Petersen hevði evnað til ein prýðislut, har AME stóð á. Soleiðis fullu AME heiðurslønirnar.
Besta fløga: Teitur Lassen, Poetry & Aeroplanes
Mest spælda lag í ÚF: Páll Finnur Páll, Forelskaður sjónleikari
Mest selda fløga: (Fínteljing fer fram millum Týr og TrøllaPætur)
Besta átak uttanlands; Teitur Lassen
Herðaklappið: Teitur Lassen
Besti prodúsari: Óli Poulsen
Besti fløguhúsi: 200, Viva la republica
Besti trummuleikari: Rógvi á Rógvu
Besti bassleikari: Arnold Ludvig
Besti ljómborðspælari: Kim Hansen
Besti guitarleikari: Rasmus Rasmussen
Besti bólkur: GoGo Blues
Besta lag: Teitur Lassen, Josephine
Besti sangari: Eivør Pálsdóttir
Festivalar
Ein av gularótunum hjá tónleikarum er, at umboð frá ymsum festivalum eru til staðar til AME, og skulu velja sær bólk at leika á sínum festivalum í summar.
Soleiðis valdi umboðini:
Svøríki, Peace and Love festival: Eivør Pálsdóttir
Klaksvík, Summarfestivalurin: Týr
Danmark, Nibe Festivalurin: Høgni Lisberg
Danmark, Jelling Festival: Eivør Pálsdóttir
Gøta, G!: GoGo Blues
Grønland, Nibia: 200
Grønland, (Navnið er okkum ógreitt): Eivør Pálsdóttir og Guðrun Sólja Jacobsen
Noreg, Storås Festival: Makrel
Afturat hesum hevur Vega í Keypmannahavn sum nevnt víst áhuga og seinni verður konsert har við Gestum, Makrel og 2oo. Dagfesting er ikki ásett enn.