Tekin um ovurhitaðan búskap

?Tað er fatan bankans, at týðiligir fløskuhálstrupulleikar eru á arbeiðsmarknaðinum, og at klár tekin eru um byrjandi ovurhitan av búskapinum, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka

Búskapur

Føroya Banki hevur hetta seinasta hálva árið merkt tað á egnan krop, at tað er vorðið dýrari í Føroyum. Undanfarin ár hevur bankin megnað at hildið rímiliga stabilum útreiðslum, men hesar fyrstu seks mánaðirnar í ár eru útreiðslurnar voksnar 12,1 prosenti.
?Útreiðsluhækkingin stavar tó serliga frá eini sera stórari hækking í lønar- og kostnaðarstignum í samfelagnum sum heild.
Tað er fatan bankans, at týðiligir fløskuhálstrupulleikar eru á arbeiðsmarknaðinum, og at klár tekin eru um byrjandi ovurhitan av búskapinum, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka.
Forstjórin sigur, at vit í Føroyum í løtuni upplivað ein eksplosión í forbrúki, og hetta sæst aftur í eitt nú talið av nýggjum bilum.
Jørn Astrup Hansen ivast ikki í, at tað er meira skil á nú enn á fýrsunum, men hann heldur tað kortini líkjast einari ov skjótari ferð


Sum nevnt aðrastaðni á síðuni, so hevur Føroya Banki merkt, at eina ógvuliga lívliga kapping millum peningastovnar.
Forstjórin vísir á, at rentumarginalurin, t.e. munurin á útláns og innlánsrentuni, í miðal er fýra prosent í Føroyum. Hetta er millum eitt og tvey prosent minni enn í Danmark.
?Seinastu árini hava verið mestsum uttan tap fyri okkum, og er hetta heilt óvanligt. Í framtíðini ? undir normalum forholdum ? mugu vit rokna við, at bankan fer at tapa meiri pening, sigur Jørn Astrup.
Tað kostar tvey prosent at reka bankan, og undir vanligum umstøðum vildi bankin merkt eitt tap umleið 1,5 %. Tískil verður bert 0,5% eftir m.a. í vinningsbýti til partaeigarnar, og hetta er ov lítið, heldur bankastjórin.
Fylgjurnar kunnu vera ein tveimum: At ómaksgjøldini veksa ella at útlánsrentan veksur. Sannlíkur er ein lítil vøkstur í útlánsrentuni.


Spurdur um virðið á Føroya Banka havandi nýggjasta úrslitið í huga, svara Jørn Astrup Hansen, at teir meta virðið á Føroya Banka vera á leið tvær milliardir krónur.
?Eitt er virðið á bankanum, men eitt annað er, hvussu nógv nakar vil keypa hann fyri, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann grundar sína meting á, at bankin hevur ein eginpening aljóðandi góðar 1,5 milliardir. Restin av virðinun kann ein so meta um, og stjórin metir virðið á bankanum liggja um tær tvær milliardirnar.
Hann vísir harafturat á, at teir eisini liva av rentustøðini, tí teir seta eisini part av sínum eginpeningi í peninga- og virðisbrævamarknaðir.