ÚTGÀVA
Hálvi spaniólin og hálvi vágbingurin Markos Jiménez hevur skrivað og teknað eina øðrvísi søgubók.
Bókin er øll, sum hon er, ein teknirøð, har søgan er tann rætta føroyinga søga, sum vit kenna frá søgubókunum.
Bókin lýsir fyrstu trýss milliónir árini við serligum denti á tíðarskeiðið, tá ið menn fyrst nomu land í Føroyum.
Høvundurin skrivar í formælinum, at teknirøðin fyrst og fremst er eitt uppskot ? ein persónlig, ótilgjørd tulking og kronologisk endursøgn av tí, sum ? kanska ? hendi í hesum steinrunna landi mitt í Atlantshavinum.
Bókin byrjar við, hvussu Føroyar vórðu til og sagt verður frá, hvussu oyggjarnar eru komnar at síggja soleiðis út, sum tær gera.
Síðani verður lopið til landnámstíðina, norrønu búsetingarnar og sagt verður eisini frá um oyggjaskeggjarnar. Tað mest spennandi við bókini eru kanska kvæðini, ið høvundurin hevur valt at gera nógv burturúr. Bæði Brestiskvæði og Sigmundskvæði yngra eru við í bókini umframt annað, ið sigur frá um føroyska søgu til fyri umleið túsund árum síðani.
Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya lærarafelags sigur, at bókin er eitt megnarverk, sum væl hugsandi kann nýtast í skúlum.
?Bókin er full av humor og speiskum viðmerkingum, og tað ger bókina spennandi, sigur Niels Jákup Thomsen.
Bókin er 62 blaðsíður við tekningum, sum allar eru í svørtum og hvítum.
Av tí at verkfall er, mugu fólk bíða til eftir verkfallið við at fara í bókabúðirnar fyri at ogna sær bókina.
Sjálvlærdur
Markos Jiménez er 31 ára gamal og hálvur føroyingar. Hann hevur nøkur skifti búð í Føroyum, men hann hevur mest búð í Danmark og ørðum londum.
?Eg fekk hugskotið fyri fýra árum síðani. Síðani gekk tað umleið eitt ár, áðrenn eg fór ígongd. Eg veit ikki rættiliga, hví eg valdi hetta evnið, men eg fekk bara hugskotið og so fór eg ígongd, sigur Markos.
Hann sigur, at tað verður nógv arbeiði burturúr bókini. Ikki minst hevur tað tikið tíð at seta seg inn í søguna og kvæðini. Har hevur mamman, Jóna Jiménez, verið ein góður stuðul, sigur Markos.
Sjálvur er Markos ikki útbúgvin í at tekna, men hann hevur lært seg sjálvan. Íblásturin fær nógvastaðni kring heimin, og hann ætlar at kunna liva av hesum.
Ongar ætlanir eru um at vera fasbúgvandi í Føroyum, men hann dámar sera væl í Føroyum, sigur hann.
Í sambandi við útgávuna hevur Markos eisini eina framsýning í smiðjuni í Lítluvík.