Teldusníkar: Teir ósjónligu dukkuførararnir

Føroyskir teldusníkar. -At hava tamarhald á maskinum á einum gassverki, sum eg kanska kundi sløkkja, er tað villasta eg havi upplivað.

Tað snýr seg um avbjóðingar, spenning - og makt. Sosialurin hevur tosað við tríggjar føroyskar teldusníkar.

Teir vita at tað er ólógligt, og at teir kunnu enda handan rimarnar í fleiri ár, verða teir tiknir.

Kortini kunnu teir ikki lata vera.

Teir síggja ikki seg sjálvar sum vandamiklar lógbrótarar - heldur sum teir tríggir muskiternir, sum royna at finna hol og veikleikar í telduskipanunum.

Sosialurin hevur fingið samband við tríggjar ungar menn, sum nýta ein stóran part av síni frítíð, at bróta inn í telduskipanir. Alt bendir á, at teir mynda bróðurpartin av einum lítlum skara av føroyingum, sum miðvíst fáast við vandamikla ítrívið, sum kallast haching.

Ongin av teimum vil vera nevndur á navni. Tískil hava vit givið teimum dulnevndini Anton, Bergur og Carl.

Anton er 20 ára gamal, Bergur 17 og Carl 18. Teir siga seg hava dyrkað hacking ímillum hálva annað og trý ár.


Breyt inn í gassverk


Teir fýra føroysku teldusníkarnir greiða frá, at teir fyrst og fremst bróta inn í privar telduskipanir - bæði í Føroyum og uttanlands. Fyritøkurnar eru ofta betri vardar og tískil veri sat bróta inn í.

Tó so.

Anton hevur eftir øllum at døma hóreiggja sær á einum telduservara hjá Føroya Tele. Bergur greiðir frá, at hann hevur brotið inn í telduskipanina hjá internetcaféini Orbits í Havn og gamla Atlantic Radio.

Og Carl greiðir gleðiliga frá teirri ferðini, tá hann skal hava brotið inn í telduskipanina hjá einum eitt gassverki í Danmark.

-Eg slapp inn á stýrisskipanina hjá teimum. Eg veit ikki um eg kundi gjørt nakran skaða. Eg nart í hvussu so ikki við naka, tí eg vildi ikki geva teimum møguleika, at spora meg. Telduskipanin varð gjørd soleiðis at starvsfólk kundu og stýra henni uttanfyri verkið - tí kundi eg hakka meg inn í hana., sigur hann


67 dollarar á bók


Anton greiðir frá, at hann einaferð breyt inn í telduna hjá einum manni í Avstralia. Har útvegaði hann sær atgongd til persónligar og loyniligar upplýsingar.

-Eg sá eg at hann hevði havt heimagreiðslu- forritið frá. Eg sendi honum eini boð um, at heimagreiðslu-forritið hevði staðfest, at forritið ikki hevði verið í brúk í eina tíð, og bað hann vinarliga skriva brúkaranavn, loyniorð og navni á bankanum í ein serligan teig - og tað gjørdi hann.

-Síðani fór eg inn á heimagreiðslu-forritið og fann út av at avstraliumaðurin hevði 67 dollarar standandi á bók. Eg kundi kanska flutt pengarnar - men tað hevði verið truplari, sigur Anton.


Slettaði barnaporno


Carl sigur, at einaferð eydnaðist honum at bróta inn í telduna hjá einum privatum internetbrúkara í India.

-Hann hevði barnapornu inni á telduni og hevði eitt slag av fíl-servara, haðani onnur pedofil kundu leggja inn og taka myndir. Eg slettaði harðdiskin, og tað haldi eg hann hevði gott av.


Yvirtaka telduna


Føroysku teldusníkarnir siga, at tað javnan kemur fyri, at teir eru inni í privatum teldum í Føroyum og sneyta.

-Tað er nokkso óskyldugt. Tú fert inn í dokumentini at hyggja, t.d. um teir duga væl at skriva stíl. Tú kanst eisini sleppa inn í postkassan at sneyta.

-Fer ein teldubrúkari frá eini teldu, sum tú hevur yvirtikið, kanst tú skriva eitt teldubræv uppá nakkan á honum. Men tað mest vanliga er at tú kannar eftir um teir eiga onkran áhugaverdan tónleik, sum er verdur at taka, siga teldusníkarnir.


Trøllið í eskjuni


Anton, Bergur og Carl greiða frá, at vanligasti hátturin hjá teimum, at bróta inni í telduskipanir er við at nýta sonevndar Trojanir.

Trojanir er m.a. felagsheiti fyri ymisk telduforrit, sum hackarar nýta at tryggja sær atgongd til teldurnar hjá øðrum.

Ein Trojan virkar sum ein fjarstýring.

Offrið móttekur eitt teldubræv, ein fíl, ein diskil ella eina fløgu. Og á hesum er eitt slag av virusi, ið setir í telduna, og sum ger, at hackarin fær yvirtikið stýringina av telduna.

Hakkara-forrit hava verið seld í føroyskum handlum. Men Anton, Bergur og Carl siga, at teir vanliga útvega sær tey ólógligu hackara-forritini á serligum chat-kanalum fyri teldusníkar.

Á chat-kanalum kunnu teir eisini útvega sær skipanin, sum kunnu finna út av hvørjir brúkarar, ið hava móttikið trøllið í eskjuni.

-Fyri at fáa atgongd til eina skipan er kanska neyðugt at nýta fleiri forrit í senn.

-Tað ræður um at smitta onkran við virusinum, at fáa onkran at taka ímóti tí Trojanska hestinum. So tað snýr seg m.a. um at sannføra fólk um at hetta er ikki vandamikið.

-Men tað finnast eisini forrit, sum gera, at hevur tú fyrst móttikið forritið, so veits tú ikki av nær tú verður smittaður næstu ferð.

-So tey bestu ráðini móti hackarum eru, at tú ikki tekur ímóti nøkrum sum helst.


Ósjónligi dukkuførarin


Teir tríggir føroysku teldusníkarnir eru greiðir yvir, at teir fáast við eitt ítriv, sum er brandólógligt. Og at hacking er at bróta seg inn á privatlívið hjá fólki.

Kortini leggja teir doyðin á, at endamálið við at vera teldusníkur ikki er at fremja herverk.

-Tað er avbjóðing, ið telur. Vit eru "teldu-freaks" og royna at gera nakað, sum vanlig fólk ikki klára, sigur Bergur.

-Tað er spenningurin, ið dregur. Tú kennir teg sum tann "ósjónligi harrin" yvir teldunum - "Tann ósjónligi dukkuførarin". Slagorðið hjá hackarum er: "Hygg bara, men nert ikki við", sigur Anton, sum - eins og hinir - kortini heldur at stuldur er loyvdur.

-Mær dámar kensluna av at kunna stýra eini aðrari teldu, - ja, makt! At hava stýringina á nøkrum maskinum á einum gassverki, sum eg kanska kundi sløkkja, er tað villasta eg havi upplivað.

-Og so er tað fyri at læra. Tú lærir ótrúliga nógv um hvussu teldur og net virka. Tú fært eina vitan, ið kann tryggja tær eitt arbeiði seinni.


Ein vinartænasta


Tað ljóðar kanska løgið.

Men teir tríggir føroysku teldusníkarnir halda at teir í roynd og veru gera fólki eina stóra tænastu við at bróta inni í teirra telduskipanir.

-Vanliga geri eg altíð fólk varug við, at eg havi verið inni í teirra telduskipan. Eg royni at hjálpa teimum. Eg haldi at eg man hava ruddað Trojanir úr teldunum hjá eini hundrað internetbrúkarum.

-Fólk verða vanliga glað fyri hjálpina. Tí vit vísa teimum á holini, so at tey kunnu verja seg næstu ferð, sigur Bergur.


Moralurin telur


Innbrot í telduskipanir er eitt álvarsamt brotsverk. Eitt brotsverk, sum í ringasta føri kann geva fongsulsreving í fleiri ár.

Men at teir bróta lógina taka teir tríggir teldusníkarnir ikki so tungt.

-Hatta taka vit eitt lítið sindur lætt upp á. So leingi tú heldur, at tú ikki skaðar nakran, ella oyðileggur nakað, so leggi eg einki í um tað er ólógligt. Tað er moralurin sum telur.

Kortini vísir tað seg, at moralurin kann vera eitt vítt hugtak hjá einum hackara.

-Vóru tað pengarnir hjá einum persóni, tú fekst atgongd til, so hevði eg havt ringa samvitsku av at flutt mær teir. Men var tað ein banki, sum átti pengarnar - ja, so var tað bara ein banki, sigur Bergur.

Men teir tríggir leggja dent á, at tað týndingarmesta við at vera hackari er avrikið.

At kunna vísa, at tú hevur verið har, sum eingin annan hevur verið.