- Tað snýr seg um at at fáa so holla vitan um grind, sum gjørlig
Tað sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum.
Skulu vit kunna verja okkara grindadráp mótvegis øðrum, er tað neyðugt at hava so holla vitan um grindina sum gjørligt. Eitt nú er neyðugt at hava so neyvar stovnsmetingar sum gjørligt fyri at kunna tryggja, bæði okkum og umheiminum, at okkara grindaveiða er burðardygg.
Í hesum sambandi fer Náttúrugripasavnið aftur undir eina umfatandi hvalateljing í summar.
Á aðalfundinum í Grindamannafelagnum beint fyri páskir, greiddi hann frá, at í teljingini í summar er endamálið serliga at fáa eina so neyva stovnsmeting, sum gjørligt. Tískil verður teljingin eisini drúgv við tað, at tey fara at telja í einar fimm ella seks vikur.
Í hesum sambandi ætla tey at brúka fjarstýrd flogfør við myndatóli á, til at flúgva uppi yvir grindum fyri at fáa eina meiri nágreiniliga meting av, hvussu stór, grindin er.
Hann sigur, at ein trupulleiki í sambandi við arbeiðið at telja hval, er at meta um, hvussu stórar grindirnar eru.
Les eisini: Skal grind serljast í handlum ella ikki?
Hann sigur, at vit hava lyndi til at undirmeta støddina á grindini. Hann nevnir, at tað er ikki óvanligt, at ein grind verður mett at vera einar 30-40 hvalir, men tá ið so avtornar, og grindin er dripin, og merkt, vísir tað seg, at hon er einar 100 hvalir.
- Verður støddin á grindum undirmett, verður stovnurin eisini sum heild undirmettir, sigur Bjarni Mikkelsen.
Hann sigur, at er støddin á hvørjari grind undirmett, verður støddin á stovninum sum heild, eisini undirmett.
Les eisini: Einasti møguleiki hjá nógvum at fáa grind
- Verður hvør grind mett at vera 30 prosent minni enn hon er í veruleikanum, verður støddin á stovninum sum heild, eisini mett at vera 30 prosent minni, enn hann er í veruleikanum.
Lívfrøðingurin sigur, at fáa vit tikið myndir av hvørjari grind, so at vit fáa talt hvønn einstakan hval, fáa vit eina nógv neyvari stovnsmeting, sigur Bjarni Mikkelsen.
Hann staðfestir somuleiðis, at hvat grind umræður, er politisk vælvild til at fáa so hollar stovnsmetingar sum gjørligt, tí játtanin til at telja hval, er hækkað upp á 2,5 milliónir í ár.