Tað eru Klaksvíkar kommuna og Mentamálaráðið, sum í felag skipa fyri hesum temadegi, sum verður fríggjadagin 18. september 2015 í Klaksvík, og har eisini Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fara at luttaka.
Í sambandi við arbeiðið við integratiónspolitikkinum, sum Klaksvíkar kommuna fyri stuttum hevur samtykt, hava bæði kommuna og tilflytarar staðfest, at ein ógvuliga umráðandi og neyðug fortreyt fyri, at integratión skal eydnast, er at læra bæði mentan og mál til lítar.
Tað er David Im, integratiónsverkætlanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, sum hevur tikið stig til henda temadag, í samstarvi við Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara hjá Mentamálaráðnum.
- Samrøður við tilflytarar hava staðfest, at ein afturvendandi avbjóðing hjá bæði næmingum og lærarum hevur verið manglandi strukturur og skipan av hesari krevjandi undirvísing, har fortreytir og førleikar næminganna eru ógvuliga ymiskir, sigur David.
- Tí er helst tørvur á einum meira fast skipaðum leisti fyri og uppbýti av hesari frálæru. Okkara greiða fatan er, at nevndu umstøður og tørvir eisini gera seg galdandi aðrastaðni í landinum.
Mentamálaráðið hevur sett arbeiðið í gongd at framleiða ein slíka lesiætlan, sum skal verða galdandi fyri hesa undirvísing av øllum tilflytarum í landinum.
Endamálið við hesum temadegi er at útvega Mentamálaráðnum neyðugar afturmeldingar frá kommunum, lærarum, málfrøðingum eins væl og frá tilflytarunum sjálvum – alt fyri at tryggja, at henda undirvísingarætlan verður so væl grundað, sum tilber, frá flest møguligum sjónarhornum.