Í hesum døgum er FM í tennis í Gundadali. Leikararnir døma sjálvir og tað er langt til umstøðurnar í teimum stóru altjóða kappinginum, men tennis er í menning og fáa vit oyggjaleikirnar, so skulu fýra til seks nýggir vøllir gerast.
Tað er komið gongd í aftur Havnar Tennisfelag, sum í hesum døgum skipar FM kapping. Úr Havnar Tennisfelag verður sagt, at limatalið er økt munandi í seinastuni. Tað hevur eisini verið venjing alt summarið. Tað er danin, Søren W. Mellemgaard, ið saman við Martin Simonsen, sum hava staðið á odda fyri venjingini. Søren hevur millum annað spælt í donsku 1.deild, sum er næstbesta tennis deildin í Danmark.
Ætlanin er at luttaka á oyggjaleikunum í 2013. Eisini vóna tey, at Føroyar fær oyggjaleikirnar í 2019 ella 2021. Hetta tí at tennis er eina av teimum ítróttargreininum, sum tørvar betri umstøður um Føroyar skal hýsa leikunum. Tennisfelagið vónar, at ein høll við fýra ella seks tennisvøllinum verður gjørd í tí sambandi.
Tað eru 22 luttakarar til FM og kappast verður í tveimum aldursbólkum monnum og dreingir 16 ár. Til ber at fylgja FM á heimasíðuni hjá Havnar Tennisfelag HER