Í eitt hálvt ár hava tær í salongini hjá Tótu savnað saman hár, sum Tita Vinther hevur nýtt til at gera hetta teppið. Úrslitið prýðir nú veggin í salongini hjá Tótu, har tær hava stóra gleði av tí.
Hetta er ikki tað fyrsta teppið úr menniskjahárum, sum Tita hevur latið úr hondum. Eitt hongur í Klaksvík og so hetta hjá Tótu. Eisini hevur Tita gjørt eina stóra nót úr menniskjahárum, sum er eini fimm metrar til longdar. Henda nótin hevur eisini verið á várframsýningini.
Tita hevur eisini arbeitt við hestahárum, sum verður tikið av halanum á hesti. Tita sigur, at menniskjahár er nógv fínari enn hestahár, sum annars er sera gott tilfar at arbeiða við.
2,5 kilo av hári
Til teppið nýtti Tita 2,5 kilo av hári, sum tær hjá Tótu hava brúkt eitt hálvt ár um at savna saman. Heilt fitt av svinni er, tá arbeitt verður við hári, so teppið vigar nú eini tvey kilo. Ikki alt hár kann nýtast, tí tað skal hava eina ávísa longd, og liturin skal ikki vera ein og hvør.
Tita hevur fyrst spunnið hárið og síðani vovið tað til eitt teppi. Tita hevur tó ikki hoyrt um nakran annan, sum hevur spunnið hárið, so kanska er hon tann fyrsta á tí økinum.
Tað at nýta menniskjahár er ikki nakað nýtt, men tað hevur verið brúkt í øldir. Fornminnissavnið hevur eina urketu úr menniskjahárum liggjandi, so Tita er ikki tann fyrsta, men hár er eisini sera slitsterkt.