Terji skal giftast – fríggjaði live í útvarpinum

Sangarin í Nólsoy, Terji Rasmussen, bar fram bønarorð live í vikuskiftissendingini hjá Kringvaprinum fyri løtu síðani.

 

Hann var gestur í útvarpsstovuni, har hann tosaði um vertshúsið Maggis, sum hann eigur og rekur úti í Nólsoy.

 

Men brádliga, so hevði hann eini boð til unnustuna, sum hann hevur livað saman við seinastu 12 árini, Margreth – sum vertshúsið annars er uppkallað eftir:

 

– Vilt tú giftast við mær og fylgjast við mær, til eg fari at doyggja? – Tí eg fari at doyggja áðrenn tú.

 

Nólsoyingar og onnur kunnu tí vænta sær brúdleypsinnbjóðing í næstum.