Tey eldru eru verri fyri nú enn fyri fimm árum síðani

Talið á eldri er vaksið, men ger talið á bústøðum til eldri, ikki

Á einum øki er eldrarøktin kring landið munandi verri fyri enn hon var fyri fimm árum síðani. Og tað er í tali á búplássum til eldri.  Hagstovan hevur talt seg fram til, at í oktober í fjør vóru 642 búpláss á eldrastovnum kring landið, og tað eru bara fýra búpláss fleiri enn tað vóru í 2015.

 

Tað merkir eisini, at talið á búfólkum er heldur ikki broytt hesi árini, tí í 2015 vóru 621 búfólk á eldrastovnunum kring landið, men í fjør búðu 620 fólk á ellis- og røktarheimum og á sambýlum.

 

Tað er summastaðni, at tað eru nøkur pláss færri og aðrastaðni eru nøkur pláss færri, men talan er um lítlar broytingar allastaðni.  Eitt nú vóru 87 búpláss í Norðoyggjum í 2015 og har búðu 77 fólk, men í fjør vóru 84 búpláss í Norðoyggjum og har búðu 80 fólk.

 

Í Nánd samstarvinum, sum er Fuglafjørður og Eysturkommuna, vóru 35 búpláss í 2015 og har búðu 36 fólk, men í fjør vóru 39 búpláss har og har búðu eisini 39 fólk.

 

Í Roðanum, sum er eldrasamstarvið á Skálafjørðinum, vóru 96 búpláss í 2015 og har búðu 104 fólk, og í fjør vóru eisini 96 búpláss á Skálafjørðinum, men talið á búfólkum er lækkað niður 96 fólk.

 

Í Tórshavnar Kommunu vóru 218 búpláss í 2015 oghar búðu 209 fólk og í fjør vóru bara tvey búpláss afturat, so tá vóru 220 búpláss í Havn, men har búðu 216 fólk.

 

Í Veks, sum er eldrasamstarvið ímillum Vestmanna Eiði, Kvívík og Sunda Kommunu, vóru 71 búpláss í 2015 og har búðu 66 fólk og í fjør var talið á búplássum óbroytt, men har búðu 58 fólk.

 

Í Vágum vóru 36 búpláss í 2015 og har búðu 33 fólk og í fjør vóru 35 búpláss og har búðu eisini 35 pláss.

 

Í Sandoynni vóru 26 búpláss í 2015 til 26 fólk og í fjør vóru 28 búpláss til 28 fólk. Og í Suðuroy vóru 69 búpláss í 2015 og har búðu 70 fólk og í fjør var talið á búplássum óbroytt, men har búðu 68 fólk.

 

Men Hagstovan hevur samstundis roknað seg fram til, at í sama tíðarskeiði er talið á fólki yvir 67 hækkað 1.097 fólk, og nú er talið fólki yvir 80 ár vaksið 105 fólk.

 

Avleiðingin av at fólkatalið veksur, samstundis sum at talið á búplássum, mest sum stendur í stað, er at upp á seg eru talini á búplássum munandi færri nú enn tey vóru í 2015.

 

 

 

##med2##

 

Sum tað sæst í talvuni oman fyri, vóru 8,9 búpláss fyri hvørji 100 fólk yvir 67 ár í 2015, men í 2020 var hetta talið lækkað niður í 7,8.

 

Tað sæst eisini á talvuni, at tað er stórur munur á hvussu støðan er í teimum ymsu økjunum. Har, sum støðan var best í fjør, var í Veks samstarvinum og í Roðanum, tí har vóru eini 10 búpláss fyri hvørji 100 fólk yvir 67 ár. Men í Suðuroy, í Tórshavnar Kommunu, í Vágum og Nánd, vóru sjey búpláss fyri hvørji 100 fólk yvir 67 ár.

 

Nógv tey flestu av teimum, sum hava búpláss, ella tveir triðingar, eru yvir 85 ár – og tveir triðingar eru kvinnur. Kynsbýtið er nøkulunda javnt heilt upp til 80 ára aldur. Men í aldursbólkinum 85 ár og eldri er sera stór yvirvág av kvinnum, tí tá eru tað  275 kvinnur og 105 menn, sum búgva á bústovnunum.

 

– Verður hugt eftir, hvussu stórur partur av hvørjum aldursbólki er á ellis- og røktarheimi ella sambýli, eru tað 11 prosent av av teimum 80-84 ára gomlu og 31 prosent av teimum 85 ára gomlu og eldru.