Tey eldru fingu sítt

Mótaframsýningin hjá Miðbýarfelagnum hevði nógv ymiskt at bjóða uppá. Mikukvøldið var tó mest ætlað teimum meira tilkomnu, og tey fingu sanniliga eisini sítt at gleðast um, men tey ungu og børnini verða tó ikki heilt við sviðusoð

Hýrurin varð góður millum tey, sum vóru komin saman í Havnar Klubba at skoða nýggjasta mótan næstu tíðina. Her fingu áskoðararnir eina góða ábending um, hvussu ein skal verða klæddur, um ætlanin er at gera vart við seg við klædnabúnanum.

Fult var ikki í Klubbanum, men tey hjástøddu fingu tó eina fína uppliving, um ikki verður hugsað um teir stóru stólparnar, sum forðaðu útsýni hjá nøkrum.


Myrkt og heitt

Litirnir á nýggjasta mótanum eru fyri tað mesta myrkir, og nógv svart varð at síggja. Hóast svart var dominerandi liturin, var tó eisini fjølbroytni í litunum.

Tað er nú øllum greitt, at frá nú av gerst tað ikki heitari her á landi. Tí var eisini nógv av heyst- og vetrarklæðum á teimum, sum gingu aftur og fram eftir pallinum, so sleppast kann undan at vera stirdur fyri at vera modernaður í vetur.

Jákup Magnussen, útvarpsmaður, var vertur á mótaframsýningini, og hann segði, at mótin hevur verið sera opin seinastu árini. Hann legði til merkis, at okkurt hongur eftir frá summarmótanum, tí onkur blóma var at síggja á klæðunum.

Tað var Benetton, sum legði fyri. Benetton sýndi fram barnaklæði, og fleiri børn vóru modell. Yngsta modellið var ein bara eitt ára gomul genta.

Fyri Skótabúðina gingu tveir ungir dreingir. Skótabúðin hevur mest útiklæðir, sum hava til endamáls at halda fólk turr bæði um føtur og kropp.

Tríggir av handlunum selja mest klæðir til tilkomnar kvinnur. Tað eru Vogue, Skálabúðin og Madam L. Allir hesir handlar høvdu stílfull klæðir til bæði yngri og eldri vaksnar kvinnur.

Kissa borðreiddi við teimum vanligu klassisku klæðunum til vaksnar menn, og modellini vóru bæði omanfyri tey hálvthundrað.

Línbúðin hevði spennandi undirklæði til konufólk at bjóða, meðan Niels L. Arge sýndi fram ymiskar prýðislutir.

Skógvarnir vóru frá Fótbúna og Kjallaranum, meðan hattar og taskur hevði Mina Wilhelm latið. Umframt hetta hevði salong Tóta eitt hárshow, har fleiri ung vóru á pallinum í senn og nærmast høvdu vant eina ordiliga framførslu. Røktan stóð fyri make up.

Mótaframsýningin hjá Miðbýarfelagnum er býtt í tvey. Tey fyrstu eru mikukvøld, meðan restin er hóskvøld, tá fleiri ungdómsklæðir verða at síggja, og tá verða handlarnir Thomas Dam Ítróttur, Fandango, Fljóðið, Handilskjarnin Damur og Harrar, Hon & Hann, Kallkyn, Millennium, Mótaskálin, Seytjan, Sirri, Vilma og Kvilt Hárfríðkan. Meðan mótasýningin fer fram verður eisini okkurt ábit. Góðgæti er frá Damfar, Poul Hansen og Føroya Keypssamtøku. Hølini hava Akkuleya og Trónd Hansen pyntað.