Tey eldru í Havn taka miðbýin

- Tey fara at viðgera álvarsmál, men eisini at taka sær av løttum

Fríggjadagin 2. oktober, verður eldradagur í Havn og tá fara tey eldru at taka bæði Gongugøtuna og Tróndargøtu mitt í Havn.

 

Hans Jacob Hermansen, formaður í eldrafelagnum í Havn, sigur, at dagurin byrjar sum eldradagarnir plaga, við løttum fimleiki í gongugøtuni.

 

Evnið á eldradegnum hesa ferð, er missur og í tí sambandi fara tvey fólk at greiða frá, hvussu tað var at missa hjúnafelagan.

 

Í øðrun førinum er talan um ein mann, sum brádliga misti konuna í bestu árum og í hinum førinum er talan um eina kvinnu, sum misti mannin eftir drúgva sjúkralegu.

 

Somuleiðis fer ein sálarfrøðingur at greiða frá, hvussu tað er at missa, og, hvussu lívið kann fáast aftur.

 

Sólrun Michelsen fer at hugleiða um bøkur, hon hevur skrivað og børn fara at syngja. Og harumframt tað verður framsýning, felagssangur, o.a.