Góðu Æðuvíkingar og avvarðandi
góðu áhoyrarar.
Hundrað ár eru liðin, síðan Jóhannes Davidsen og kona hansara Súsanna, ættað úr Porkeri, giftust og sum tey fyrstu settu búgv í Æðuvík.
Stutt eftir fluttu eisini Elspa og Hanus Hansen, Daniella og Ólavur Davidsen, og Davia og Emil Davidsen, til Æðuvíkar.
Hetta, at fara burtur í óbygt øki og bróta upp úr nýggjum kravdi bæði áræði og styrki. Eingin ivi man vera um, at hesi hjún hava lagt eitt stórt arbeiði úr hondum. Hetta gjørdu tey í eini tíð, sum var so nógv torførari at liva í - og sum kravdi so nógv meira av tí einstaka - enn vit, sum nú liva undir nútíðar viðurskiftum, kunnu ímynda okkum.
Seinri partur av nítjandu øld og tíðin um aldarskiftið var ein broytingartíð í føroyska samfelagnum, og vanligt er, at ein broytingartíð ber bæði tað, íð gott er og tað, íð minni gott er við sær. Nøkur av teimum gomlu virðunum tola ikki at standa í andglettinum og ímóti tí nýggja ríkinum. Tey fara til grundar - meðan onnur, ið eru meira stimburmikil og rótfest, megna at standa ímóti og finna sær festi í nýggjum jørðildi.
Hesi niðursetufólk livdu í slíkari broytingartíð; men tey hava havt andaligu røtur sínar í gamla føroyska bóndasamfelagnum, sum hevur verið gróðrarbotnur teirra.
Um tey mongu ættarlið, sum hava livað her á landi í so mangar øldir, og sum flest øll eru farin í gloymskunnar hav, tekur skaldið og vísindamaðurin Chr. Matras soleiðis til:
Her numu teir gomlu
við nøvnum sær land,
men landið nam teir
úr fjøllum í sand,
við ósæddum hondum
tað bant teir við bondum
íð rukku so víða
sum verøldin rann.
Og tíðin hon blásti
við gandandi ond
á lív íð var livað
á bø og við strond,
ein óskrivað søga,
ein orðaleys røða
um fólkið her livdi
og skapaði tjóð.
Land okkara hevur bergtikið so mangan mann, og har sjófólk okkara hevur ferðast kring knøttin, hevur tað borið minnið um heimlandið við sær.
Gerandisdagur okkara hevur gjøgnum mangar øldir verið gerandisdagurin hjá einum arbeiðandi fólki. Veitir vóru grivnar, brotið var upp úr nýggjum, garðar vóru lagaðir, og djórini vóru røktaði.
Virðini, bæði tey materiellu og tey andaligu, vuksu gjøgnum øldirnar; men tað lív, íð var livað á bø og við strond, tað er ein óskrivað søga um tey fólkini, sum skaptu føroyska samfelagið, og tey gjørdu tað undir samfelagsligum kørmum, sum vóru nógv broyttir í seinastu øld.
Tað er at fegnast um, at tit sum hava tikið stig til at seta minnisvarða á hesum stað, ikki hava í sinnið at lata søguna vera óskrivaða.
Umleið hálva seinastu øld var samfelag okkara liberaliserað. Hetta merkir, at vit fingu politiskt frælsi eins væl og vinnuligt frælsi. Handilsvirki vóru sett á stovn, og vit siga vanliga, at slupptíðin byrjaði fyrst i 1870 árunum, tá Trappubrøðurnir í Havn keyptu sluppina Fox úr Bretlandi.
Henda tíð merkti búskaparliga framgongd og økt persónligt frælsi. Fiskiflotin gjørdist alsamt størri, og fólkatalið vaks í stórum. Húskallar og arbeiðskonur fóru av gørðunum og inn í tað nøggju vinnuna. Teir fóru við sluppunum, og tær arbeiddu við at tilvirka fiskin á landi. Nøkur settust í búgv á óbygdum staði og skaptu sær eina tilveru við, jarðararbeiði og heimaútróðri.
Grundarlagið undir tí gamla bóndasamfelagnum ridlaði av álvara, og tá tað fórst sum samfelagsformur, tá fóru eisini nógv gomul virði fyri skeyti. Bóndans garður ella roykstovan, har ættarlið eftir ættarlið gjøgnum øldir hevði hildið máli og mentan okkara uppi við kvæðum, vísum og aðrari munnligari frásøgn, fóru í søguna sum mentanarmiðdepil.
Samstundis kom økt útlendsk ávirkan - ágangur, kunnu vit eisini siga - inn í land okkara. Fremmandir dansisiðir kappaðust við tann gamla føroyska dansin, og ókendir, fremmandir siðir buðu seg fram. Í hesum meldrinum var ikki altíð lætt hjá fólki at fóta sær, og ikki eydnaðist tað tíverri ikki øllum.
Men framburð á mongum økjum hevði henda nøggja tíðin tó við sær. Lunnar vóru av álvara lagdir undir nútíðarsamfelag okkara, og sluppfiskiskapurin og tey virði hann skapti, kom at bera samfelagnum uppi.
Ein ídnaðarkollvelting fór fram í fyrra partinum av okkara øld, sum saman við tí politisku menningini vísti leiðini inn í nútíðarsamfelag okkara.
Vit avdúka í dag minnisvarðan, sum er settur til minnis um fyrstu niðursetufólkini á hesum staði. Tað, sum vit vita um hesi fólk og avrik teirra í einari farnari tíð, sum var so nógv fátækari og kargari enn okkara, eiga vit at læra nakað av.
Tey høvdu í andaliga viðførningi sínum aldargamla føroyska mentan og siðvejnu, sum var arvalutur teirra frá fornum fedrum. Hesi fólk kravdu ikki nógv av lívinum ella tí samfelagi, tey vóru partur av; men tey lótu nógv, og hetta kom til sjóndar í teirra arbeiði og virki, íð var merkt av áliti og trúfesti. Æran var teirra mið.
Hetta er andaligur viðførningur og lívsáskoðan, sum vit á okkara døgum hava ov lætt við at gloyma. Nútíðar materiella samfelagið hevur gjørt, at vit hava ov lætt við at gloyma fedrannar arv og tey lívsvirði, sum vóru ald fram í eini tíð, har tú einki fekst upp í hendurnar uttan fruktirnar av tínum egna virksemi.
Ein hørð búskaparlig kreppa rakti land okkara seinast í 1980-árunum. Tað er ikki neyðugt at siga so nógv um hana, tí øll kenna vit avleiðingarnar av henni, og vit liva við hesum avleiðingum enn. Millum annað komu tær til sjóndar á tann hátt, at ein partur av fólki okkara valdi at flyta úr landinum - og royna at vinna sær útkomuna í øðrum londum.
Í slíkum tíðum kunnu fólk sum niðursetufólkini í Æðuvík vera okkum ein fyrimynd. Tey fóru hagar, sum oyði og óbygt var. Tað hevur verið ført fram, at tilvildin átti sín lut í at tað júst bleiv Æðuvík sum bleiv vald. Eg fari at loyva mær at halda, at aftanfyri tilvildina vóru kenslur og alskur til hetta pláss, alskur sum vunnin var, tá niðursetumenninir hava verið í umhvørvinum her og m.a. røkta seyð. Her var frítt fyri og sást út í havsbrúnna.
Tey bygdu sær heim her, ikki við at innheinta tilboð úr timburhandlum og tilboð uppá sanitet. Bøurin var veltur, ikki við maskinum, men handakraft og tátíðar amboðum. Tún vórðu løgd og garðar vóru lagaðir, ikki við kranabili ella lyftigreyðum, men við likamsevnum teirra. Og fram vaks bygdin, íð byrjaði við fyrstu niðursetufólkunum og mentist til tað hon er í dag. Hóast tíðirnar vóru ringar, tóku tey avbjóðingarnar upp. Tey stóðu stinn og skaptu virði fyri hetta land, sum eftirkomarar teirra og allir føroyingar kunnu liva í.
Tit hava sett teimum virðiligan minnisvarða, sum verður avdúkaður um eina løtu. Mátti hin livandi Guð, sum var álit fedra okkara, framvegis verið okkara álit, undir teimum heilt ørðvísi fortreytum vit í dag liva undir. Fortreytir sum millum annað niðursetufólkini í Æðuvík hava verið við til at skapt.
Við hesum orðum vil eg ynskja tykkum og bygdini, hjartaliga tillukku við teim hundrað árunum.
Takk fyri.
Nógv fólk var samankomið til hátíðarhaldið hendan dagin. Og tað vóru fólk alla staðni frá.
Um kvøldið var veitsla í ítróttarhøllini í Runavík, har umleið 400 fólk vóru við.
Eisini Jákup Lamhauge, býráðsformaður í Runavíkar Kommunu talaði á hátíðarhaldinum.
Runavíkar Kommuna fekk minnisvarðan handaðan at hava í varðveitslu.
Jákup Lamhauge segði í røðu síni soleiðis:
Góðu æðuvíkingar
Háttvirda samkoma
Býráðsins vegna vil eg ynskja æðuvíkingum - og fólki við ættarbondum her til bygdina hjartaliga tillukku við 100 ára minningardegnum fyri stovnan av bygdini Æðuvík.
Vit eru seinastu tíðina gjøgnum fjølmiðlarnar kunnað um hvussu umstøðurnar vóru í Føroyum fyri 100 árum síðan - um tað mundi tá ungu hjúnini Jóannes og Sanna tóku hetta megnar stig at setast niður her í Æðuvík.
Fyri okkum sum nú liva - 100 ár aftaná hesa sermerktu hending - hvar alt er vorðið so nýtímans og lætt - er tað ógvuliga trupult at ímynda sær hvussu tað mundi vera fyri eini ung hjún at seta búgv á einum staði sum her - tá eingin fyrireiking var gjørd frammanundan - annað enn tað sum skaparin hevði lagað - nevniliga hagalendið og náttúruna annars.
Men júst í hesum skapanarvirðum sóu hesi ungu hjún møguleikar fyri framtíð teirra - og fóru tey tí hond í hond yvi rhigar at byggja sær tað støði sum skuldi verða grundarlag fyri framtíð sína.
At henda støðutakan teirra var røtt ber søgan eisini boð um - fólk legðist afturat og sum frá leið bleiv talan um eitt satt bygdasamfelag við virksemi frá fjalli til fjørðu.
At her hevur livað eitt virkið fólk fáa vit eitt gott prógv fyri um vit líta uttan um okkum og síggja stóra bøin sum við haka og handamegi er grivin upp úr haga - ja í dag eru ikki minni enn 234.000 fermetur ella uml. 20 kúfóður av dyrkaðum lendi í bygdin i.
Sjálvt um mong av okk um í dag ikki hugsa so nógv um grønu teigarnar - hvønn týdning teir hava havt og framvegis hava - so er veruliga talan um alstór virði, sum teir gomlu hava latið eftirkomarum sínum.
Uppgáva okkara er tí at verja væl um hesi stóru virði, sum vit hava fingið til láns eina tíð - soleiðis, at eisini tey sum koma aftná kunnu fáa gleði og gagn av hesum.
Spurningurin um framtíðina fyri smærru bygdasamfeløgini hevur verið so nógv umrøddur seinastu tíðina - og tíverri er tað so, at ávísar bygdir eru fyri stórari fólkafráflyting og vandi er fyri, at ikki verður manning til at føra bygdina víðari.
Men her í Æðuvík kunnu vit fegnast um, at bygdin er í vøkstri - um vit lít aírking so síggka vit at eisini fleiri nýggjari hús eru - og er hetta tekin um at ungfólkið støðist. Miðalaldurin á bygdafólkinum sum er 28 ár talar eisini fyri seg.
Á 100 ára degnum fyri bygdina vil eg so eisini nýta høvi at ynskja fólkinum her bestu eydnu í tíðini sum kemur.
Fólkið her hava reist minnisvarða í sambandi við 100 ára dagin - og sum vit hava hoyrt so er hesin varði latin kommununi í varðveitslu.
Fyrst vil eg takka fyri hesa gávu - tit hava givið okkum - eg meti at hetta stig tykkara er sera týdningarmikið fyri okkum - og ikki minst fyri tey sum koma aftaná - tá tey kunnu siga - tað var her, at ættfedrar okkara búleikaðust.
Hjartaliga takk til fyrireikingarnevndina fyri hetta megnar tiltak til heiðurs fyri fyrstu niðursetufólkunum í Æðuvík.