Tey hava uppiborið at fáa rós

Hann hevur fult álit á teimum, sum leggja koppsetingina fyri koronu, til rættis

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur fult álit á, at tey, sum standa fyri at koppseta føroyingar fyri koronu. Tað ger hann greitt í eini fráboðan í dag.

Í gjárkvøldið setti KvF spurnartekin við um tey, sum leggja koppsetingina til rættis, gera ímóti koppsetingarætlanini, sum er løgd. Spurningurin varð settur tí at tað vísir seg, at bæði stjórar, og onnur, sum ikki eru í serligum smittuvanda, eisini eru koppsett.

Stjórin á Sjúkrahúsverkinum, Steinar Eirikstoft, greiddi frá, at í fyrstuni, tá ið tey varnaðust, at fleiri skamtir eru í glasinum, enn tað stendur til at vera í teimum, vóru fólk, sum vóru við hondina, boðsend í skundi til at verða koppsett. Hetta gjørdu tey tí at koppingarevnið heldur sær ikki men má brúkast beinanvegin.

Síðani er mannagongdin broytt so nú verða fleiri fólk boðsend, enn tað er koppingarevni til, so er tað onkur, sum ikki møtir, verða tey næstu á listanum, koppsett ístaðin.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at síðani hevur hann biðið um eina frágreiðing. Tað hevur hann fingið, og úrslitið er, at hann hevur framvegis fult álit á, at tey gera sítt arbeoðið til lítar.

– Talan er um støður, tey komu í ta fyrstu tíðina, eftir at farið var undir at koppseta fyri koronu. Tá kom tað fyri, at skamtar lupu av, antin tí at fólk, sum vórðu boðsend at verða koppsett, ikki møttu, ella góvu avboð í seinastu løtu, staðfestir landsstýrismaðurin. Tað vísti tað seg eisini, at tað var meira koppingarevni í gløsunum, enn framleiðarin hevði upplýst.

– Tá ið koppingarevnið er tikið úr frystaranum, heldur tað sær ógvuliga stutt. Tí hevur tað verið avgerðandi at kunna boðsenda fólki í skundi at verða koppsett, tá ið skamtar hava verið til avlops, tí annars høvdu teir farið fyri skeytið.

– Av teimum umleið 4.000 fólkunum, sum higartil eru koppsett, eru tað færri enn 100, sum eru koppsett upp á henda mátan við avlopsskamtum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Umleiði 80 av hesum, eru starvsfólk, sum eru í serligum vandabólki við tað, at tey hava beinleiðis samband við sjúklingar, og tískil kortini skuldu verið koppsett eftir koppsetingarætlanini.

Hini 20 hava ikki beinleiðis samband við sjúklingar í gerandisdegnum, men fleiri av teimum eru í koppsetingartoyminum og tískil eru tey eisini í ávísan mun í smittuvanda.

Landsstýrismaðuri sigur, at nú er tað lagt upp fyri, at onkur ikki fær møtt, og at meira koppingarevni er í gløsunum enn upprunaliga hildið. Tí hava tey nú ein longri lista við fólki, sum tað ber til at boðsenda í skundi til at verða koppsettt. Her er talan um fólk, sum frammanundan skulu koppsetast eftir koppingarætlanini.

Landsstýrismaðurin sigur, at dentur hevur verið lagdur á, næstan einki koppingarevni er farið til spillis í Føroyum. Í Danmark meta tey , at umleið 10 prosent av koppingarevninum fer til spillis.

– Vit vita, at tann stóra avbjóðingin hevur verið at fáa nóg mikið av koppingarevni. Tí er tað eisini sera týdningarmikið, at hvør einasti skamtur verður brúktur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Tað er hetta, sum tey, ið leggja koppingina til rættis, hava tryggjað sær, og tað hava tey gjørt við at koppseta fólk, sum kortini stóðu frammarlaga at verða koppsett, tá skamtar av onkrari orsøk hava verið til avlops.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað er rós vert, at tey, sum leggja til rættis, brúka vit og skil, tá serligar støður taka seg upp.