TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Magna Mohr, ítróttargranskara í fótbóltspanelinum á Rás2, sum var sent seinnapartin.
Herfyri var ein vísindagrein hjá Magna Mohr og øðrum granskarum útgivin, sum greinaði rennimynstrið hjá fótbóltsspælarum.
Granskararnir hava hugt at 473 spælarum úr ensku Premier League og kannað, hvussu teir renna og hvør orka teirra er gjøgnum ein fótbóltsdyst.
Flestu hava lagt til merkis, at nógv fleiri spurtar eru í dystunum nú á døgum og at ferðin er vorðin nógv høgari. Nýggja granskingin hjá Magna Mohr og øðrum vísir tó, at nógvu spurtarnir hava eina neiliga ávirkan á spælararnar. Heilt upp í fimm minuttir eftir, at ein spælari hevur verið sera virkin í longri tíð, merkir hann stóra møði í likaminum, siga granskararnir.
Sambært Magna Mohr verða tað tey álopssinnaðu og umstillingarsterku liðini, sum koma at hava momentum framyvir, og ikki so nógv tey verjukendu, sum tað hevur verið áður.