Tey næstbestu eru stinnast

Kappingin í næstbestu fótbóltsdeildini er meiri enn hálvrunnin. 14. av 27 umførum var í gjár. Myndin eftir úrslitini í gjár og støðutalvan eftir 14 umfør eru, at næstbestu liðini hjá bestu feløgunum í EFFO deildini eru eins stinn og stinnari enn feløgini, sum við sínum besta liði kappast fyri at vinna uppflyting í bestu deildina.

 

Oddaliðið HB var í gjár á Skála, har tað eydnaðist at vinna 2-1. HB var frammanfyri 2-0 í 1. hálvleiki. Beinanvegin eftir steðgin minkaði Skála um munin, men HB megnaði at halda tørn, hóast Skála síðstu løtuna var manningarliga omaná.

 

B68 er besta boðið upp á uppflyting, eftir at toftamenn í gjár vunnu 5-2 í Trongisvági. Inntil tað restaðu tólv minuttir stóð á jøvnum 2-2. Tá skoraði B68, og so gekk skjótt. B68 er níggju stig frammanfyri Skála og FC Suðuroy, sum eru hini liðini, ið havva møguleika at flyta upp. FC Suðuroy tapti í gjár 4-1 í Klaksvík. Á KÍ liðnum vóru níggju spælarar, sum fyrr í ár hava verið á besta KÍ liðnum.

 

Merkisvert er tað, at bæði KÍ og B36 eru frammanfyri Skála og FC Suðuroy. B36 sendi í gjár B71 suður aftur um Skopunarfjørð við 6-0 tapi. Stóri maðurin á B36 liðnum var Jákup T. Joensen, sum í átta minuttir tíðliga í 2. hálvleiki skoraði fýra ferðir.

 

EB/Streymur hevur verið illa spert í botninum. Í gjár lætnaði trýstið eitt sindur, tá ið sundalagsmenn vunnu 3-1 á útivølli ímóti Víkingi, sum var frammanfyri eftir 1. hálvleik.

TB tapið á heimavølli ímóti KÍ og EB/Streyma sigurin í Leirvík bera við sær, at tað nú eru B71 og TB, sum eru niðanfyri strikuna.

 

KÍ-FC Suðuroy 4-1 (1-0)

1-0: Helgi Samson 36.

1-1: Jón K. Poulsen 54.

2-1: Helgi Samson 56.

3-1: Kristoffur Jakobsen 61.

4-1: Henry Heinesen 75.

 

Víkingur-EB/Streymur 1-3 (1-0)

1-0: Bergur Gregersen 38.

1-1: Teitur Johansen 60.

1-2: Poul G. Olsen 70.

1-3: Andru Poulsen 75.

 

Skála-HB 1-2 (0-2)

0-1: Bárður J. Heinesen 14.

0-2: Kári Nielsen 28.

1-2: Ólavur Mikkelsen 46.

Reytt kort: Bárur J. Heinesen, HB, 80. (2 gul)

 

B36-B71 6-0 (2-0)

1-0: Milan Kuljic 23.

2-0: Milan Kuljic 37.

3-0: Jákup T. Joensen 53.

4-0: Jákup T. Joensen 54.

5-0: Jákup T. Joensen 56.

6-0: Jákup T. Joensen 61.

 

TB-B68 2-5 (0-2)

0-1: Haraldur R. Højgaard 16.

0-2: Kristian Anton Andreassen 24.

1-2: Ragnar Tausen 62.

2-2: Hjalti Vestergaard 73.

2-3: Jóhan Dávur Højgaard br 78.

2-4: Búi í Hjøllum 90.

2-5: Bjarki Johannesen 90.+3.

Hagtøl: www. faroesoccer.com

 

Støðan eftir 14 umfør

HB 30 stig

B68 29 stig

KÍ 22 stig

B36 21 stig

Skála 20 stig

FC Suðuroy 20 stig

Víkingur 19 stig

EB/Streymur 13 stig

TB 13 stig

B71 11 stig

 

15. umfar

Fríggjadagin 14. juni

EB/Streymur-B36

Leygardagin 15. juni

KÍ-Skála

Víkingur-TB

HB-B68

Sunnudagin 16. juni

B71-FC Suðuroy