FM-svimjararnir løgdu bragdliga fyri og settu nøkur met í morgun, men út á dagin og í kvøld eru enn fleiri met sett, soleiðis at tað nú tilsamans eru sett fimm føroysk met og fimm juniormet.
15 ára gamla Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti nýtt føroyskt juniormet í 100 metra frísvimjing, við tíðini 58.31, har juniormetið hjá Biritu Debes frá NJM 2010 var 58:52. 17 ára gamla Poula Øssursdóttir Mohr setti nýtt føroyskt met í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hon svam teinin uppá 2:20.58, har metið hjá Elspu Mørkøre frá Thisted Cup í 2007 var 2:21.22. Tíðin hjá Poulu er somuleiðis ein gullnálatíð. Hetta er ein styrkismeting hjá føroyska svimjisambandinum, sum sigur, at tað er eitt sjáldsama gott úrslit.
Tann bert 13 ára gamla Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag setti eitt risastórt nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing við tíðini 27.67, har føroyska metið hjá Astrið Foldarskarð frá í morgun var 28.44. Tíðin er samstundis nýtt føroyskt juniormet, og undir kravtíð til Evropameistarakappingina fyri juniorar í Antwerpen í summar, sum tó ikki hevur so stóran týdning við tað at Kristina Elin er ov ung til at luttaka.
Astrið Foldarskarð var eisini væl og virðiliga undir metið frá í morgun við tíðini 27.98. Kristina Elin og Astrid svumu báar undir gullnálatíð SSF's og sigur hetta nógv um støðið til FM í ár, og kanska serliga nógv um bert 13 ára gomlu Kristina Elin.
Tær fýra Astrið Foldarskarð, Cecilia Wigant Eysturdal, Victoria Wigant Eysturdal og Birita Debes úr Ægir settu í kvøld nýtt føroyskt met í 4x100 metra frísvimjing vi tíðini 3:58.58, har metið hjá Ægir frá FM í fjør var 3:59.98.
Teir fýra Magnus Jákupsson, Markus Joensen, Bartal Hestoy og Pauli Ø. Mohr settu í kvøld nýtt føroyskt met í 4x100 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Føroyameistarastevnuni í Gundadali svumu teinin uppá tilsamans 3:56.04, har føroyska metið hjá HS frá FM í fjør var 3:57.99.
Tað má sigast at vera eitt satt bragd, at heili tríggir svimjarar hava svomið seg til gullnál longu fyrsta FM-dagin.
Kappingin heldur fram alt vikuskiftið.