Tað gingu meiri enn fýra tímar frá tí, at kappróðurin á norðoyastevnu sambært skránni skuldi byrjað, og til síðsti róðurin var av.
Hallur Ellingsgaard í Oyndarfirði hevur tey seinastu umleið tjúgu árini verið annar av startdómarunum á norðoyastevnu. Hesa ferð var hann saman við Jákupi Sørensen. Tá vit spyrja Hallur, um tað eru teir báðir, ið eru ov strangir, ella um tað eru manningarnar, sum ikki akta nógv væl, so er svarið hjá fyrsta læraranum í Oyndarfirði, at hetta við at leggja bátarnar og at taka ímóti boðum er bara ein partur av tí, sum hevur ávirkan á, hvussu long tíð gongur frá tí at farið verður undir fyrsta róðurin og til síðsti róðurin er av.
Hallur Ellingsgaard vísir í hesum sambandinum á, at tað vóru fleiri lutir, sum hvørki høvuðsdómararnir ella startdómararnir høvdu ávirkan á, og sum vóru ímóti og høvdu við sær, at tað tók so langa tíð at avgreiða róðrarnar. Eitt er, at tað vóru tveir innleiðandi róðrar, og eitt annað er, at sjálvt um líkindini sum so vóru heilt góð, so var tað fitt av síðuvindi fyrstu løtuna, og tað darvaði nógv. Tá tveir róðrar vóru avgreiddir stilti av. Tað hjálpti heilt væl, og tað gekk hampuliga skjótt at senda bátarnar avstað í teimum seinnu róðrunum.
Mugu læra at bera seg at
Hallur Ellingsgaard sigur, at hansara royndir eru, at tíðin, sum fer til kappróðurin á norðoyastevnu, altíð er nakað longri, enn hon er á hinum stevnunum, og tað heldur hann vera nátúrligt, men hann heldur eisini, at tað eigur at bera til at gera nakað við hetta:
? Tað eru fleiri, sum á norðoyastevnu luttaka í FM kappróðri fyri fyrstu ferð, og tað merkist á fleiri økjum. Eitt er, at tey hava nervar, og at tað í sær sjálvum ávirkar evnini at taka ímóti boðum og at útinna tað, sum tú fært boð um at gera. Men eitt annað er, at tað aftur og aftur vísir seg, at tað á hvørjum ári eru fleiri gentumanningar og eisini onkrar dreingjamanningar, sum møta upp og so at siga onga uppaling hava í at bera seg at í báti. Vit leggja hetta til merkis, tá vit skulu leggja bátarnar. Tað eru tey, sum sita á toftini, ið skulu halda bátinum upp at startinum, og tá vit so rópa, at tey skulu skjóta á í bakborði ella taka á í stýriborði, so síggja vit á tí, sum verður gjørt, at tað eru fleiri, ið ikki vita, hvat tað snýr seg um, og so mugu vit so at siga geva teimum eitt miniskeið í, t. d. hvat er bakborð, og hvat er stýriborð.
Hetta heldur Hallur Ellingsgaard vera óheppið og at vera við til at leingja óneyðugt um tíðina, sum tað tekur at avgreiða kappróðrarnar.
? Eg haldi, at hetta eigur at vera ein uppgáva, sum feløgini skulu taka sær av, tí tað er í feløgunum, at róðrarfólkini eru venjingarkvøldini. Róðrarsambandið kallaði fyri nøkrum vikum síðani umboð fyri allar manningarnar, sum hava boðað frá luttøku í FM kappróðrinum í ár, til fundar. Har varð tosað um praktisk viðurskifti í sambandi við kappingarnar. Róðrarsambandið hevði boðið einum og í mesta lagi tveimum umboðum fyri hvørja manningina á fundin, men tíverri møttu bara umboð fyri umleið ein triðing av manningunum, og tað er spell, heldur Hallur Ellingsgaard.
Betri næstu ferð
Annar av startdómarunum á norðoyastevnu sigur, at teir gjørdu sær sera stóran ómak at leggja bátarnar so neyvt, sum tað á nakran hátt bar til, og tað heldur hann eydnaðist væl.
? Tað tekur sína tíð, men eg haldi ikki, at hetta hevði longt so nógv um tíðina, um manningarnar betri megnaðu at gera, sum vit bóðu tær gera. Endamálið má vera, at tað verður róð undir so eins treytum, sum tað ber til.
Sjey ferðir var gula flaggið vundið á stong. Flaggið ber boð um, at bátur hevur fingið ávaring. Um sami bátur verður ávaraður tvær ferðir í sama róðri, verður hann koyrdur úr kappingini, og tá sami bátur tríggjar ferðir hevur sæð gult í einum kappróðrarári sleppur hann ikki at taka lut í næsta róðrinum. Manningarnar, sum hesa ferð sóu gult, vóru dreingirnir umborð á Havfrúnni, genturnar við Beintu, Bliki, Drekanum, Fípuni Føgru og Ørnini, og so sóu menninir umborð á appelsinlitta Kollfirðingi eisini gult.
? Royndirnar frá norðoyastevnuni plaga at hava við sær, at tað gongur smidligari næstu ferð, og á ólavsøku plaga manningarnar at vera heilt stinnar í at bera seg at, so tá plagar kappróðurin at ganga skjótt fyri seg. Eg vænti, at tað longu á Sundalagsstevnuni fer at ganga betri, sigur Hallur Ellingsgaard. Hann og Jákup Sørensen fara eisini at hava ábyrgdina av startinum í Hósvík um smáar tríggjar vikur.