"The Hunger Games" hittar um allan heimin

Filmurin "The Hunger Games" hevur longu selt eina rúgvu av atgongumerkjum síðani filmurin hevði heimsfrumsýning í farnu viku.

 

Fólk við áhuga fyri filmi hava tikið nýggja stjørnuskotið úr Hollywood til sín. Filmurin hevur longu tjent 155 milliónir krónur í USA, og er harvið tann triði mest sæddi filmurin í USA yvir eitt vikuskifti. Einans Harry Potter og The Dark Knight eru sæddir oftari.

 

Filmurin gongur fyri seg í einaræðisstatinum Panem, sum er ein ímynd av framtíðar USA. Panem er býtt í 12 økir, sum øll vera stýrd av einari ríkari elitu. Hvørt ár vera tvey ung fólk frá hvørjum øki vald at luttaka í einari sjónvarpssending, sum eitur "The Hunger Games". Tað er ein sending, har vinnarin fær ríkidømi og gerst kendur, meðan øll hini vera dripin.

 

The Hunger Games kann eisini síggjast í biografinum í Havn.