Thit Jensen 125


Fríggjadagin í gjár vóru 125 ár liðin síðani Thit Jensen varð borin í heim í Farsø í Himmerlandi í Jútlandi. Hóast hon doyði í 1957 telist hon enn millum fremstu donsku kvinnuligu rithøvundar.

 

125 ára føðingardagurin varð hildin í heimbýnum Farsø, har Tith varð doypt Maria Kirstine Dorothea Jensen. Hon var fjórða barnið av ellivu. Millum hesu mongu systkin taldist hin ikki minni gitni skaldabróðurin Johannes V. Jensen. Nú øldin fór aftur um bak, varð skaldsøga hansara ?Kongens Fald? skýrd aldarinnar danska søga. Sigst tó, at tey bæði skaldabornu systkini, Thit og Johannes, ikki vóru væl í øgn. So ósamd vóru tey, at ikki skuldi orð fella teirra millum, alt síðani aldarskiftið. Nítjanhundrað altso.

Áhugin at verða við í føðingar- ella rættari minningartiltakinum fyri Thit Jensen í Farsø í gjár hevur verið stórur. Mentadeildin í býnum, Kulturelt Samråd, upplýsir, at ikki færri enn 250 fremmandir føðingardagsgestir høvdu boðað frá luttøku. Hotel Farsø var karmurin um drúgvu føðingardagsskránna. Hotellið er dygst við ?Thit Jensens Mindsetue?.

Millum røðararnar í Farsø í gjár vóru radikali mentamálaráðharrin Elsebeth Gerner Nielsen, blaðkvinnan Lone Kuhlmann og rithøvundarnir Jytte Borberg og Hanne Faldborg. Allar kvinnur, so sum tað sømir seg, tá bókmentunarliga minnið um Thit Jensen rætt skal varðveitast.

?Hon hevði sínar meiningar og sína øði. Ella kanska er rættari at siga, at hon hevði øðina og har tóku meiningarnar støði?, segði Karl Bjarnhof í eini minnisgrein, tá Thit Jensen andaðist í 1957. Speiandi, hevur Thit Jensen verið skýrd ?Furien fra Farsø?.

Á myndini, sum er tikin í 1954, sæst Thit Jensen (t.v.) saman við Karen Blixen. Hetta árið taldust tær millum best umtóktu rithøvundar Gyldendals. Vinkonur vóru tær tó ikki. Um Blixen segði Thit Jensen, at hon var ?udenfor hverdagens liv, barnløs, indbilsk og uden tvivl ret ulykkelig i al sin glans?.