FÓTBÓLTUR
B36 skal í øllum førum skjóta tvey mál á ovari vølli í Gundadali í komandi viku, um felagið skal vinna seg í annað umfar í Europe League. Tað varð greitt seinnapartin í gjár, tá liðið legði rygg til 2-0 tap á útivølli móti Olimpi Rustavi úr Georgia.
Vóru væl við
Hitastigini vóru 27 í tali, tá B36 skuldi royna at tryggja sær eitt nøktandi útgangsstøðið undan seinna dystinum. Og tað sá bjart út til tveir minuttir restaðu í.
Tá økti Georgi Megreladze til 2-0 eftir skjótálop, og fortreytirnar hjá føroyska árstalsfelagnum gjørdust væl truplari.
- Eg eri ikki nøgdur. Eg eri errin av avrikinum, men harmur um úrslitið. Í verjupartinum eru vit sera ansnir, har serliga Odmar Færø og Herbert í Lon Jacobsen standa seg væl. Men vit eru framvegis bjartskygdir og eru til reiðar til seinna dystin, greiðir Mikkjal Thomassen, venjari, frá.
Heimaliðið legði seg á odda longu eftir tíggju minuttum. Málskjútti var Georgi Megreladze.
Ellingsgaard var nær við
Við einum verjukendum útgangsstøði smæddist føroysku gestirnir ikki burtur í nógva hitanum. Olimpi Rustavi legði ongantíð B36 undir veruligt trýst, og møguleikarnir vóru fáir í tali.
- Talan var als ikki um einvegis ferðslu. Jóan Pauli Dahl Jakobsen hevði bara eina veruliga bjarging í øllum dystinum. Tað var eisini stuttligt at síggja, hvussu ørkymlaður venjarin hjá teimum var, sigur Mikkjal Thomassen.
Størsta møguleikan hjá B36 átti Johan Ellingsgaard, sum spældi vongverji í høgru. Hann hevði skapt sær pláss í brotsteiginum hjá heimaliðnum, tá Bergur Midjord sendi bóltin fyri føturnar á honum. Men Ellingsgaard misnýtti, tá hann var einsamallur við málverjan.
- Tað var møguleikin. Ungu menninir vóru ágrýtnir og vístu dirvið, og tað er týdningarmikið í altjóða dystum. Tað var torført av álvara at seta ferð á í nógva hitanum, sum eisini var til ampa fyri heimaliðið. Men eg eri errin av mínum leikarum.
Men Mikkjal Thomassen, hvussu sannlíkt er tað, at B36 vinnur seg víðari í kappingini?
- Í løtuni er tað 25 prosent, um eg skal seta tal á. Tað verður trupult, men vit ætla okkum heilt avgjørt víðari, staðfestir Mikkjal Thomassen í horninum úr Georgia.