Grønland kann ikki samanberast við Venezuela.
Tað sigur Jens-Frederik Nielsen, formaður í grønlendska landsstýrinum, á tíðindafundi sambært samtulking umvegis KNR.
Tíðindafundurin er vístur á grønlendsku sjónvarpsrásini KNR, har tulkur týðir úr grønlendskum til danskt.
– Land okkara er ikki tað rætta at samanbera við Venesuela. Vit hava eitt land, sum er demokratiskt. Tað hevur tað verið í nógv, nógv ár, sigur Jens-Frederik Nielsen.
Fráboðanin kemur eftir, at USA hevur sett leiðaran í Venezuela frá við hernaðarmegi, og eftir tað aftur staðfesti Trump forseti, at hann vil hava valdið á Grønlandi.
Jens-Frederik Nielsen skilir tó, at summi stúra fyri amerikansku útsøgnunum.
– Støðan er ikki tann, at USA kann hertaka Grønland. Vit skulu tí ikki ræðast. Vit kanna allar møguleikarnar. Vit meta um støðuna beint nú, verður forsætisráðharrin endurgivin fyri at siga.
Hann leggur dent á, at samskiftið ikki hevur verið gjøgnum røttu rásirnar higartil.
Millum annað nevnir hann, at samskifti ikki skal fara fram umvegis fjølmiðlarnar.
Landsstýrisformaðurin leggur eisini afturat, at støðan kann tykjast at vera meira enn hon í veruleikanum er.
Tí heldur hann ikki, at tað er rætt at tosa um hernaðarlig átøk í Grønlandi.
Jens-Frederik Nielsen vónar økt samstarv og eina styrking av NATO.
Í gjár varð kjakið um ynskið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at yvirtaka Grønland aftur tikið upp.
Her legði amerikanski podcastarin Katie Miller, sum áður hevur verið í starvi í fleiri leiklutum í umsitingini hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, út eina mynd av Grønlandi litað við amerikanska flagginum á X.
Ein stuttur tekstur, sum sigur "SOON" - "skjótt" á føroyskum - varð lagdur afturat myndini.
Katie Miller er ikki longur partur av umsitingini hjá Trump, men er gift við Stephen Miller, sum er varastabsleiðari í Hvítu Húsunum og harvið ráðgevi hjá Trump.
/Ritzau/











