Tíðindastova sigur at 26 doyðu í ísraelskum álopi í Gaza

Av teimum 26 fólkunum eru tey flestu av teimum dripnu børn, upplýsir tíðindastovan hjá palestinska sjálvstýrinum.

 

Lokalala moskan Khan Younis í syðra Gaza er somuleiðis rakt undir ísraelsku álopunum, sum hava rakt økið síðani 7. oktober. (Arkivfoto). - Foto: Mahmud Hams/Ritzau Scanpix

Umleið 26 palestinar sigast verða deyðir í einum ísraelskum álopi á býin Khan Younis í syðra parti av Gaza í dag.

Tað upplýsir tíðindastovan hjá palestinksa sjálvstýrinum, Wafa, sambært Reuters. Av teimum 26 fólkunum eru tey flestu børn.

Leygarmorgunin 7. oktober byrjaði hernaðarligi islamistiski bólkurin Hamas eitt álop á Ísrael.

Síðani hevur Ísrael framt álop í Gaza og heitt á íbúgvar um at fara ímóti syðra partinum av økinum.

Sambært ísraelsku myndugleikunum eru gott 1200 ísraelar dripnir síðani álopið. Upprunaliga varð sagt, at talan var um 1400 fólk.

Frá palestinsku myndugleikunum í Gaza, sum Hamas stýrir, ljóðar, at minst 12.000 palestinar eru dripnir. Av teimum sigast 5000 vera børn.

/ritzau/

 

 

 

Lokalala moskan Khan Younis í syðra Gaza er somuleiðis rakt undir ísraelsku álopunum, sum hava rakt økið síðani 7. oktober. (Arkivfoto). - Foto: Mahmud Hams/Ritzau Scanpix