Tíggju eykamenn høvdu borið rætta lutfallið í sær

Og so høvdu allir flokkarnir í løgtinginum uttan fólkaflokkurin fingið ein eykavaldan tingmann afturat. Sosialurin hevur biðið Jóannes Hansen, samfelagsfrøðing gera viðmerkingar:

Aftur og aftur staðfesta vit, at fólk eru eitt sindur ørkymlaði, tá valið er av. Spenningurin økist so hvørt, sum valið nærkast, og valkvøldið eru lutfalsliga nógv fleiri føroyingar áhugaðir í politikki, enn fólk eru tað so nógva aðra staðni í heiminum, tá teirra samfelag velur lóggávuting.

Og vit staðfesta aftur og aftur, at tað valdar ikki sørt av ruðuleika, tá atkvøðurnar eru taldar upp, og løgtingið skal mannast. Tað kann ikki roknast við, at tey, sum ikki fáast við politikk í sínum gerandisdegi, skulu hava innlit í, hvussu tað gongur fyri seg, tá funnið verður fram til, hvussu umdømisvaldir og eykavaldir tingmenn verða settir inn á ting. Men tað hevði ikki verið meiri enn rímuligt, at veljarin fekk eina frágreiðing um, hvussu roknistykkið í tí stóra og heila hongur saman.

Hyggjarin staðfestir bara, at á sjónvarpsskíggjanum eru 32 fólk, og at fimm teirra eru grá og hini hvít. Hví tað er soleiðis, halda tey, sum skipa fyri, at tað er ikki tíð til at greiða frá, og út frá tí, sum hoyrist millum fólk, so er hetta at undrast á, og tað er væl skiljandi, tá tað er ein sannroynd, at nógv tíð valkvøldið verður brúkt til at gera viðmerkingar til forsøgnir, sum eru avloystar av nýggjum forsøgnum og harvið eru foroldaðar, áðrenn allir politikarnir hava havt høvi at siga sína meining.

Hyggjarin situr við einari kenslu, sum kann sammetast við, at hann við stórum áhuga hevur fylgt við í einari fótbóltskapping, har endaliga úrslitið við meistara og niðurflytara stóðst av millumrokningum, sum hann onga hjálp fekk í at gjøgnumskoða, og tað er spell, tá hetta snilt kundi verið gjørt uppá fimm minuttir. Men tað tykist, sum um vit mugu smyrja okkum við, at høvuðskravið til dygd í sovornum ?sjovum? er, at tað skal ganga skjótt fyri seg, og tað skal skiftast skjótt til nýggjar myndir, og harvið ber tað ikki til at seta kravið um upplýsing, sum tað krevst meiri enn høvuðssetningar til, so frammarlaga.

Hetta var inngangurin, og nú eru tey flestu ivaleyst longu fallin frá í lesnaðinum. Men ætlanin var at greiða frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá løgtingið varð mannað hóskvøldið.


Valskipanin

Síðani valið hevur nógv verið tosað um valskipanina, og róð hevur verið fram undir, um tað ber til at broyta skipanina fyri at gera hana meiri rættvísa, sum tað hevur verið sagt.

Tað eru politikarnir, sum í tráð við stýrisskipanarlógina samtykkja eina vallóg og harvið gera av, hvussu valið skal ganga fyri seg. Í Føroyum er sama skipan sum í Danmark og hinum Norðanlondunum. Vit hava eina lutfalsskipan. Tað vil siga, at flokkarnir verða umboðaðir í løgtinginum í tí lutfallinum, sum teir hava fingið avkvøður á valinum. Fær ein flokkur fjóðringin av avkvøðunum, skal hann í prinsippinum hava fjórðingin av tingmonnunum.

Galdandi vallóg er frá 1978. Tá varð talið á umdømisvaldum tingmonnum ásett til 27. Tað varð samtykt, at Norðoyggjar og Suðuroy skuldu eiga hvør sínar fýra, Norðstreymur, Vágar og Sandoy hvør sínar tveir, Eysturoy fimm og Suðurstreym átta umdømisvaldar tingmenn.

Umboðanin er fyrst og fremst grundað á fólkatalið í ymisku valdømunum, men skeivleikin í lutfallinum millum fólkatal og tingumboðan boðar frá, at tingið í valskipanini hevur gjørt av, at útjaðarin í útgangspunktinum skal vera yvirumboðaður, sammett við lutfalsliga býtið av veljarum millum valdømini.

Í sjálvari vallógini er ein partur av valinum avgjørdur. Hvussu valið víkir og vendir ? um t.d. valluttøkan er nógv lægri í einum valdømi, enn hon er í einum øðrum ? so skulu valdømini í hvussu so er hava omanfyri nevndu tingumboðan.

Um úrslitið av valinum er soleiðis, at teir 27 umdømisvaldu tingmenninir verða býttir soleiðis millum flokkarnar, at lutfallið millum atkvøður og tingumboðan er samsvarandi, so er ikki neyðugt við eykavaldum tingmonnum. Men er ikki samsvar millum tey bæði lutføllini, so verða eykavaldu tingmenninir nýttir at javna við. Í vallógini frá 1978 hevur tingið ásett, at hægsta talið á eykavaldum skal vera fimm, men tað kann eisini vera 4, 3, 2, 1 ella eingin.

Vit skulu venda aftur til, hvussu eykavaldu tingmenninir vórðu valdir á valinum 30. apríl. Nú skulu vit fyrst síggja, hvussu umdømisvaldu tingmenninir vórðu valdir.


------

-------Tilsaman-------NO-------EY-------NS-------SS-------VÁ-------SA-------SU

Fólkaflokkur-------5887-------1047-------1085-------476-------2072-------424-------289-------494

Sambandsflokkur-------4992-------275-------1532-------447-------1672-------472-------95-------499-------Javnaðarflokkur-------6063-------647-------914-------439-------2073-------298-------273-------1418------

Sjálvstýrisflokkur-------2116-------385-------709-------92-------661-------215-------15-------39

Tjóðveldisflokkur-------6583-------957-------1177-------597-------2766-------173-------284-------629

Kristiligi Fólkafl.-------682-------277-------244-------11-------83-------15 --------52

Miðflokkur-------1123-------62-------353-------48-------477-------74-------16-------93

Verkamannafylking-------215-------19-------42-------14-------90-----------------------50


-------


Fyri at finna út av hvør flokkur skal hava umdømisvaldu menninar í einstøku valdømunum, verður atkvøðutalið hjá flokkunum í valdømunum býtt við 1, 2, 3 osv. Nýta vit Suðurstreym, ið eigur átta umdømisvaldar tingmenn, sum dømi, so sær roknistykkið har soleiðis út (í klombrum stendur hvat nummar í røðini tingmenninir eru valdir í):


-------


-------býtt við 1-------býtt við 2-------býtt við 3-------býtt við 4

A-------2072 (3.)-------1036 (7.)-------690,67

B-------1672 (4.)-------836

C-------2073 (2.)-------1036,5 (6.)-------691

D-------661

E-------2766 (1.)-------1383 (5.)-------922 (8.)-------691,5

F-------83

H-------477

I-------90


------


Vit síggja, at um Suðurstreymur átti ein umdømisvaldan tingmann afturat, so hevði sambandsflokkurin fingið hann, og um tveir vóru afturat, so hevði verið ógvuliga tøtt kapping um hann millum fólkaflokkin, javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin.


Teir umdømisvaldu

Tá tað er liðugt at rokna fyri øll sjey valdømini, verður býtið av umdømisvaldum tingmonnum hetta:

A8

B5

C6

D0

E8

F0

H0

I0

Suðuroy er einasta valdømi, har munurin í atkvøðum millum tveir flokkar er so lítil, at tað er hugsandi, at fínteljingin kann bera broytingar við sær í umdømisvaldu tingmonnunum. Í Suðuroy er fólkaflokkurin bara fimm atkvøður aftanfyri sambandsflokkin.


Tinggáttin

Tá farið verður undir at rokna býtið av eykavaldum tingmonnum, verður atkvøðutalið hjá øllum flokkunum tilsaman býtt við talinum á umdømisvaldu tingmonnunum:

27.660:27=1024,4.

Flokkar við færri enn 1.025 atkvøðum fáa ongan eykavaldan tingmann. Hetta er sperrumarkið ella tinggáttin, sum tað eisini verður rópt. Kristiliga Fólkaflokkurin og Verkamannafylkingin hava ávikavíst 682 og 215 atkvøður, og teir eru altso ov stuttir at røkka umboðan í tinginum. Men hevði Kristiligi Fólkaflokkurin fingið ein umdømisvaldan tingmann t.d. í Norðoyum, so hevði hann átt ein tingmann, sjálvt um hann ikki rakk upp um 1/27 av atkvøðunum.

Nú verður atkvøðutalið hjá teimum flokkunum, sum eiga umdømisvaldar tingmenn, býtt við talinum á umdømisvaldu monnunum. Hetta verður gjørt fyri at finna flokkin, sum í miðal hevur fægstar atkvøður upp á hvønn umdømisvalda tingmannin. Tann flokkurin fær ongan eykavaldan, tí tað verður í mun til hansara umboðan, at lutfallið hjá hinum flokkunum skal rættast við eykamonnum.


A5.887: 8= 736

B4.992: 5= 998

C 6.062: 6= 1.010

D 2.116: 0

E 6.583: 8= 823

H 1.123: 0


37 gevur

rætta lutfallið

Vit síggja, at listi A eigur nógv teir bíligastu tingmenninar, og tað vil siga, at hann fær ongan eykavaldan tingmann.

Fyri at finna fram til, hvussu nógvar tingmenn flokkarnir áttu at havt, um lutfallið skuldi verið rætt í mun til undirtøkuna á valinum, verður atkvøðutalið hjá hinum flokkunum, sum eiga at fáa tingumboðan, býtt við miðaltalinum fyri umdømisvaldu tingmenninar hjá fólkaflokkinum:

A 8

B 4.992: 736= 6,78 7

C 6.062: 736= 8,24 8

D 2.116: 736= 2,88 3

E6.583: 736= 8,94 9

H1.123: 736= 1,53 2

Um fullkomið samsvar skuldi verið millum atkvøðubýti og tingumboðan, skuldi tingmannatalið verið 37 ella tíggju eykavaldir umframt teir 27 umdømisvaldu. Men hámarkið er 32, og fyri at finna fram til, hvør skal fáa eykaumboðan og hvør skal vera við sviðið soð, verður samlaða atkvøðutalið hjá teimum fimm flokkunum, sum kunnu fáa eykamenn, býtt við tingmannatalinum, hesir flokkar í mesta lagi kunnu fáa. Atkvøðutalið er 20.876, og tingmannatalið er 24 (hámarkstalið 32 og teir átta fólkafloksmenninir drignir frá).

20.876:24=870.


Rokningin til teir 32

Atkvøðutalið hjá teimum fimm flokkunum verður síðani hvørt sær býtt við 870, og tá fæst at vita, hvussu nógvar tingmenn hvør flokkur hevur rætt til:


B 4.992: 870= 5,74 6

C 6.062: 870= 6,97 7

D2.116: 870= 2,43 2

E6.583: 870= 7,57 8

H1.123: 870= 1,29 1


Lagt afturat teimum átta fólkafloksmonnunum gevur hetta 32. Nú hava vit samlaða tingmannatalið, og tí er einki bein í at finna fram til, hvør skal hava hvussu nógvar eykamenn. Tað verður gjørt við at draga teir umdømisvaldu frá samlaða talinum:


A8-8=0

B6-5=1

C7-6=1

D2-0=2

E8-8=0

H1-0=1


Vit síggja, at teir báðir smáu flokkarnir fáa tríggjar íalt, meðan tveir av teimum stóru fáa ein í part.


Avlopsatkvøðurnar

avgera valdømini

Næsti spurningur er í hvørjum valdømum eykavaldu tingmenninir skulu koma úr. Avgerandi er, hvussu nógvar avlopsatkvøður teir fýra flokkarnir hava í einstøku valdømunum.

Fyri at finna fram til tað, verður samlaða atkvøðutalið hjá hvørjum flokkinum býtt við samlaða tingmannatalinum, sum flokkurin skal hava ? bæði umdømisvaldum og eykavaldum.

Sjálvstýrisflokkurin skal hava tveir tingmenn: 2.116:2=1.058. Tað vil siga, at tá tingmenninir verða plaseraðir í valdømunum, so skulu 1.058 atkvøður dragast frá fyri hvønn. Flokkurin hevur ongan umdømisvaldan, og tí verða teir eykavaldu plaseraðir í valdømunum, har flokkurin hevur flestar atkvøður ? í Eysturoy og Norðoyggjum. Hevði samlaða tingmannatalið verið 37, hevði triðji maðurin verið valdur í Norðoyum (Karl Heri Joensen).

Sambandsflokkurin skal hava seks tingmenn. Í miðal ?kosta? teir 832 atkvøður, sum skulu dragast frá, har flokkurin hevur fingið umdømisvaldar. Eingin ivi er um, at eykavaldi maðurin verður valdur í Suðurstreymi, har avlopsatkvøðurnar eru 840. Um sambandsflokkurin hevði havt ein eykamann afturat, so hevði hann verið valdur í Norðurstreymi (Terje Davidsen).

Javnaðarflokkurin skal hava sjey tingmenn. 6.062:7=866. Flestar avlopsatkvøður eru í Norðurstreymi. Um flokkurin hevði havt ein eykamanna afturat, so hevði hann verið valdur í Suðurstreymi (Joan Ziskason).

Miðflokkurin skal hava ein eykamann. Hann verður valdur í valdøminum, har flokkurin hevur flest atkvøður, og tað er í Suðurstreymi. Hevði tingmannatalið verið 37, so hevði Tordur Niclasen framvegis verið tingmaður.

Í einum lutfalsliga rættvísum løgtingi, hevði tjóðveldisflokkurin átt ein eykavaldan mann. Hann hevði verið valdur í Suðurstreymi (Finnur Helmsdal), og tað hevði verið søguligt, tí tað er ongantíð áður komið fyri, at ein flokkur á einum vali hevur fingið fýra tingmenn valdar í einum valdømi.


Lutfalsliga býtið

Vit kunnu enda við spurninginum um rætta lutfallið, sum vit vóru inni á í innganginum. Niðanfyri hava vit sett upp lutfalsliga partin av atkvøðunum og lutfalsliga partin av tingumboðanini:


A21,325,0

B18,018,75

C21,921,88

D 7,7 6,25

E23,825,0

F 2,5 0,0

H 4,1 3,13

I 0,8 0,0


Umboðanin hjá teimum sjey valdømunum hevur eisini verið nógv umrødd. Niðanfyri er víst, hvussu stórur partur av teimum, ið 30. apríl høvdu valrætt, var í hvørjum valdøminum og hvussu stóran part av tingmanningini valdømini fingu:


NO12,8912,50

EY21,5918,75

NS 7,71 9,36

SS36,7334,36

VÁ 5,29 6,25

SA 3,34 6,25

SU11,7512,50


Síðani valið hevur verið tosað um, at talið av umdømisvaldum og/ella eykavaldum skuldi verið broytt, ella at valskipanin møguliga skuldi verið heilt broytt. Tað tosið fer ivaleyst at halda fram, og innanfyri ávísar karmar ber tað til at broyta vallógina til valið, sum í síðsta lagið verður í 2002. T.d. ber tað til at minka talið á eykavaldum og hækka talið á umdømisvaldum, og samlaða talið kann lækkast, og tað hækkast upp í 33, men ikki hægri enn tað.

Um semja verður um at hækka talið upp um 33, so skal stýrisskipanarlógin broytast. Stýrisskipanarlógin sigur, at samlaða tingmannatalið er í mesta lagið 33 (vallógin sigur framvegis 32). Broytingar í stýrisskipanarlógini skulu samtykkjast av tveimum tingum, og tað vil siga, at tað ber ikki til at hækka tingmannatalið uppum 32 fyrrenn á valinum, sum verður aftaná tað, sum í síðsta lagið verður í 2002.

Jóannes Hansen