Ein maður var um 14 tíðina í gjár tikin á flogvøllinum í Vágum fyri at smugla eina stóra nøgd av hassji til landið. Tollarar funnu 1,5 kilo av hassji í viðførinum hjá manninum, sum tí varð handtikin.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at maðurin hevur so gott sum játtað seg sekan í øllum, og tí er hann longu farin í rættin í morgun klokkan 9, har tey vænta, at tað fellur ein straksdómur.
Ein straksdómur merkir, at dómurin fellur alt fyri eitt. Vaktleiðarin sigur, at tað ber til at fáa ein straksdóm, tá tann ákærdi játtar seg sekan í øllum.
Fellur ein straksdómur í dag, so verður maðurin leyslatin aftur og verður so innkallaður aftur at sita dómin, sigur vaktleiðarin.
Maðurin er ikki føroyingur, men hann er danskur ríkisborgari og býr í ríkisfelagsskapinum, sigur vaktleiðarin, sum ikki vil greiða nærri frá tí.
Í nátt hevur løgreglan verið í býnu. Har var eitt sindur av fólki, men haðani hevur løgreglan einki mál.











