Tiknir við tjóvagóðsi frá FK

Tveir mans vórðu handtiknir eftir at hava brotið inn í Keypsamtøkuna í Saltangará. Annar teirra verður eisin skuldsettur fyri at koyra við kenning

Á politistøðini í Runavík hava tey ikki havt serliga nógv meira enn tað vanliga at gera hetta vikuskiftið.

Tó so, okkurt er, sum skrivað er í bókina.

Gjøgnum vikuskifti eru hend nøkur smærri ferðsluóhapp, har kortini talan ikki hevur verið um teir stóru skaðarnar.

Men sunnumorgunin høvdu tveir óbodnir gestir brotið seg inn í Keypsamtøkuna í Saltangará.

Teir fingu kortini ikki stóra fragd av tjóvagóðsinum, tí tá teir vóru á av avstað við tjóvagóðsinum í bili, vórðu teir handtiknir.

Løgreglan sigur, at umframt at verða skuldsettir fyri innbrotið og stuldurin, verður annar tjóvurin harumframt skuldsettur fyri at koyra bil ávirkaður av rúsdrekka.

Eins og í Havn, so fáa blómurkassarnir í Runavík heldur ikki frið. Hetta vikuskifti er onkur, sum hevur gjørt seg inn á fleiri blómukassar, sum eru koppaðir.