Til Føroya við alduorkuuppskoti

Erik Skårup, formaður í danska uppfinnarafelagnum er komin til Føroya at vísa føroyskum myndugleikum sítt uppskot um, hvussu orka kann vinnast úr aldunum.

Saman við honum til Føroya er komin svenski verkfrøðingurin Kaj Fløjbo.

Teir fóru beina leið við Smyrli suður at vitja Hans í Líðini í Vági. Hans í Líðini hevur í fleiri ár havt samband við Swedish Steel, har svenski verkfrøðingurin arbeiðir. Hann hevur somuleiðis stóran áhuga fyri at gera brúk av alternativum orkukeldum.

Fleiri uppfinningar eru gjørdar í at vinna orku úr aldunum, og tað, sum Erik Skårup hevur at sýna fram, er eitt av teimum.

- Tað verður áhugavert at síggja uppskotið. Oljan er so dýr, at vit hava ikki ráð til at vísa nøkrum uppskoti aftur. Annars havi eg sagt teimum, at aldurnar tróta ikki her, sigur Hans í Líðini við Portalin.

Teir báðir menninir skulu hava fund við SEV og við Vinnumálaráðið.