Til kærleikin meg skilir

Í gjár kom nýggj bók frá Ólavi í Beiti í sølubúðirnar. Tað er forlagið Grønhólmur í Sørvági, sum gevur út og bókin er 223 blaðsíður

Í gjár sendi Ólavu í Beiti, rithøvundur og blaðmaður, sína níggindu bók á marknaðin.

Bókin, sum eitur »Til kærleikin meg skilir«, er 223 blaðsíður til støddar og kostar 218 krónur í sølubúðunum.

Bókin er prentað og heft hjá Nørhaven a-s í Viborg, og tað er forlagið Grønhólmur í Sørvági, sum stendur fyri útgávuni.

Vit hava fingið eitt lítið prát við rithøvundan og biðið hann siga okkum eitt sindur um bókina.

? Bókin er bygd upp í partar og kann eisini lesast sum so.

? Har er ein søga um íslending, sum sendir ómannað flogfar úr Íslandi til Føroya, og um Master Poul, sum kemur út á bygd við tveimum thai-gentum.

? Har er okkurt um sleyg, øvund og havisjúku, og eisini eru seks yrkingar í bókini. Eg haldi at tað er okkurt fyri øll í bókini, sigur Ólavur í Beiti.

Hvønn stíl kemur so henda bókin undir?

? Eg skilji tað so, at rákið aðrastaðni er postmodernistiskt. Tú sigur ikki beinleiðis hvat tað er fyri ein bók, eg meini, um talan er um eitt stuttsøgusavn ella eina skaldsøgu.


Byrjanin til

eitt nýtt verk

Hóast bókin er bygd upp í pørtum, so er ein høvuðssøga. Tað er tann sum bókin er uppkallað eftir. Er nøkur serlig orsøk fyri tí?

? Jú, søgan »Til kærleikin meg skilir« er, so at siga, byrjanin til eitt verk, sum eg arbeiði við í løtuni, um syndarligu støðuna hjá einligum pápum ?i Føroyum.

? Eg havi fleiri ferðir fyrr gjørt vart við, at mammurnar eru so væl vardar og at tær stórt sæð kunnu gera sum teimum lystir. Hjá pápunum er øðrvísið. Hann skal bara makka rætt og gjalda.

? Eitt nú stendur tað ongastaðni í lógarverkinum, at bæði skulu hava foreldramyndugleikan, tá tvey foreldur velja at fara hvør til sítt. Harumframt fari eg í nýggju bókini at nerta við stríðið, sum stendst av tá tú kemur undir tær ymisku nevndirnar, t. d. Barnaverndina, sum er eitt óhugnaligt veldi fyri seg.

Ólavur í Beiti leggur afturat, at hann í undanfarnu bókum ongantíð hevur nevnt nøvn, men tað fer hann at gera í nýggju bókini, sum ætlandi kemur út í 1999.


Prentað í Danmark

Bókin »Til kærleikin meg skilir« er prentað í Danmark, hví tað?

? Tann orsøkin er einføld. Tað er tí, at tað er alt ov dýrt at prenta bókina í Føroyum, sum er.

Hvussu nógv kostar prentingin?

? Tað tími eg ikki at siga, men eg kann siga so mikið, at bókin er 10.000 krónur bíligari at prenta í Danmark enn her á landi, og tað er nógvur peningur í mínari verð, sigur Ólavur í Beiti at enda.

Vit ynskja Ólavi góða eydnu við nýggju bókini.