Er hetta loyvi?? Eg má siga, at hvørja ferð eg komi inn á SvF, við óvart skal sigast, stendur DR1 ella DR2 á sjónvarpsskíggjanum, og við tí, veit eg, at allar tær sendingar, havi eg, eins og 95% av øllum øðrum føroyingum longu havt møguleikan at síggja á parabolini ella Televarpinum.?Eg vildi gjarna fingið at vita frá tykkum, sum hava við SVF at gera, hvør er tað, sum ynskir hesa tænastu, tit hava at bjóða? ?Mær vitandi vilja flest allir føroyingar sleppa av við at gjalda sjónvarpsgjaldið til SVF, og tað vil við ørðum orðum siga mær, í hvussu er, at ongin ynskir tykkara tænastu.?Tað sum kundi verið stuttligt, var, at SVF fór undir pay per view. Tað vil siga, at øll tey, sum vilja síggja SVF, kunna gjalda fyri tað, og øll vit, sum ikki vilja síggja SVF, sleppa undan at gjalda.?Eg vil enda hetta bræv við at siga tykkum hetta. Tíðin er farin frá tykkum. Fólkið ynskir meira enn gamlar endursendingar og sendingar, sum vit longu hava sæð á DR1 og DR2, tit hava onki at bjóða, hvørki so ella so. Sløkk.