Til minnis um Birthu Viderø

11. desember 2003 andaðist Birgitte Margrethe Viderø, vanliga nevnd Birtha, Hoydalsvegur 34, Tórshavn, 95 ára gomul.

Birtha var fødd á Viðareiði í 1907, elsta av børnunum hjá Annu, f. Joensen av Skælingi, og Jóannes Joensen í Innistovu á Viðareiði, 7 vóru systkini. Birtha fekk skjótt at kenna, hvat tað var at taka ábyrgd av yngru systkinum sínum, bæði tí hon var elsta barn í barnaríkum húsi ? og í teirri tíðini á bygd gav tað nógv arbeiði, og eisini tí pápin var skipsfiskimaður og burtur meginpartin av árinum.

Í 1920'unum skifti alt húskið hjá Onnu og Jóannesi í Innistovu til 7. dags adventistatrúnna, t.v.s. foreldur og børn, systrarnar 4 og brøðurnir 3 í tali. Av teimum vórðu bert Birtha og systurin Hanna Skæling, jarðarmóður, sum andaðist fyri mongum árum síðini, búgvandi í Føroyum, hini búsettust øll uttanlands.

Birtha fór at arbeiða og útbúgva seg á Skodsborg baðisanatorium og var har í 3 ár. Um tað mundið hittust tey, Birtha og Niels Johannes. Hann var tá undir útbúgving í Nærum sum trúboðari í Sjeyndadags adventistasamkomuni.

Miðskeiðis í tríatiárunum flyta tey heim aftur, búsetast fyrst í Klaksvík, har tey giftast, flyta síðan til Havnar og keypa húsini hjá Rolf hjá Sam Olsen á Sanatoriuvegnum, sum Hoydalsvegurin tá varð nevndur. Hetta var í 1935, og har búðu tey øll árini. Børn teirra eru Emma, Ásbjørn og Sverri.

Á Hoydalsvegnum 34 kom nógv fólk bæði av bygd og úr bý. Birtha var vinsæl og hjartagóð, blíðskapurin var stórur, manga máltíðina veitti hon ferðandi og teimum, sum komu á gátt, væl dugdi hon at matgera. Fús var hon við tí góða orðinum, var væl skúlað í skriftini, dugdi at greiða frá ætt og frásagnum úr gamlari tíð sum fáur. Var løtt í huga allar sínar dagar. Fimu hendur hennara løgdu mangt plaggið úr hondum, og tað var vælaverk. 2 virðislønir vann hon í donskum vikubløðum ? grønar fingrar hevði hon sum fáur.

Tá Niels Johannes Viderø tók við starvinum sum trúboðari í adventistasamkomuni í Havn í 1935, fór samkoman undir at byggja kirkju í Sverrisgøtu, smiðirnir vóru íslendingar og frá adventistasamkomuni í Íslandi kom tilfarið. Niels Johannes var fyristøðumaður í samkomuni, til hann andaðist í 1968. Hann var føddur á Viðareiði í 1900.
Jóannes í Innistovu, faðir Birthu, og brøðurnar, lótu byggja trýmastraða skonnart í Nykøbing Mors í 1932, ið fekk navn ið »Sjeysystkin«, 177 brt. Elsti sonurin Henry førdi hana. Hóast teir fiskaðu væl, so gekst illa at selja fiskin í 30'unum, marknaðurin var í botni og mangt farið fór tí av knóranum, eisini »Sjeysystkin«.

Henda skonnart var eisini var eisini nevnd Adventistaskonnartin, teir fiskaðu ikki leygardag. Tað, at teir fingu sær egið fiskifar komst eisini av tí, at teir ofta máttu skifta skip av trúarorsøkum. Skonnartin varð seld við tvingsilssølu til Vágs og skifti navn til »Polarbjørnin«. Í 1942 varð hon bumbað av týskum flúgvara, men manningin bjargað.

Omma sat einkja í 35 ár - takk fyri alt tú gavst okkum.

Birgir



Myndatekstur: Birtha Viderø við ommudóttrini Emmu