Hóast Ernst búði meginpartin av lívinum í Havn, so var hann tó ein rættur nólsoyingur. Tíðliga lærdi hann lívsins álvara at kenna, tá hann sum 2 ára gamal gjørdist móðurloysingur, tá mamman doyði í barsilssong. Hansara smáu beiggjar, Kristin, sum var nýføðingur, og Robert sum var fýra ár, fóru aðra staðni at vera, men Ernst vaks upp hjá ommuni og abbanum í Nólsoy. Foreldrini hjá honum vóru Kristina og Arnhold.
Ernst fór ungur til Havnar og arbeiddi hann í nógv ár sum grannskoðari hjá Jógvan Sundstein. Seinni kom hann á Telefonverkið sum bókhaldari, og tá gjørdist hann formaður í Starvsmannafelagnum. Hetta starv røkti hann í heili 12 ár frá 1975-1987, og er hann tann formaður sum hevur sitið longst í hesum felag. Tá var formansskapurin eitt arbeiði hjá formanninum útyvir tað borgarliga starvið. Tað man onkuntíð hava verið strævið. Vit høvdu sum fakfelagsmenn eitt gott samstarv, men onkuntíð kom til sjóndar at báðir vóru treiskir!
Seinni fór hann aftur at arbeiða hjá Jógvan Sundstein eina tíð. Her arbeiddi hann tilsamans í 14 ár. Hann hevur eisini arbeitt á løgtingsskrivstovuni.
Sjálvur havi eg kent Ernst í meira enn 30 ár, og komu vit at kennast tá eg gjørdist fakliga virkin. Eingin ivi er um, at hann var ein sterk persónligheit. Hansara brutali startur í lívinum hevur merkt hansara lívsáskoðan, og hevði hann altíð samhuga við teimum veiku í samfelagnum eins og hnan altíð hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Henda hansara støða gjørdi, at hann í nógv ár var virkin í javnaðarflokkinum. Hann var eitt tíðarskeið formaður í ungmannafelagnum hjá flokkinum, SU. Hann umboðaði eisini flokkin sum formaður í Tórshavnar Líkningarnevnd í heil 8 ár. Her munnu sjógvarnir eisini onkuntíð hava brotið, men Ernst hevur við sínum kenda treiskni verið heilt rætti maður í hesum starvi.
Síðan 30. oktober 1996 hevur hann verið tingmaður vegna Verkamannafylkingina í samgongu. Her fingu vit ásanna, at talan var um ein persón við einum sterkum vilja og stórari vitan. Tá hann seinast í 80-unum gjørdist arbeiðsleysur fór hann at lesa løgfrøði heima hjá sær sjálvum, og hann endaði við at fáa prógv. Hetta er í sær sjálvum eitt roysni, sum fáur man gera honum eftir í hansara aldri.
Hann legði eisini alla sín orku í tingarbeiðið, har hann var umboðaður í týdningarmiklum nevndum sum t.d. í fíggjarnevndini og sum formaður í trivnaðarnevndini inntil fyri stuttum. Nú var hann limur í uttanlandanevndini og formaður í landsstýrismálanevndini. Í tingviðgerðum var hann sakligur og altíð væl fyrireikaður, og ofta var tikið til hansara skilagóðu innlegg. Í nevndararbeiði var hann sera nærlagdur. Kanska var onkuntíð hildið at hansara nærlagni tarnaði viðgerðini av málum, sum høvdu skund. Tað var bert treyðugt at Ernst góðkendi eina slíka grundgeving fyri at skunda eitt mál ígjøgnum.
Vit vistu, at Ernst var ikki heilt frískur. Men á jólum gjørdist Ernst álvarsliga sjúkur. Hóast hetta møtti hann á tingfundi 3. jóladag. Tí hann vildi ikki at tað skuldi standa á honum sum samgongulimur at fáa málini avgreidd. Tann 29. desember varð hann innlagdur á landssjúkrahúsið. Eg vitjaði hann m.a. kvøldið fyri at hann doðyi. Tá var hann framvegis sera fittur. Hann vildi sleppa heim so hann kundi halda áfram við sínum politiska arbeiði. Hann sá fram til fundin sum Nyrup Rasmussen skuldi hava við tingmenn. Sovæl í hesum máli sum í sambandinum við Danmark hevði Ernst eina greiða støðu.
Skjótt er Harranum um. Longu dagin eftir var hann farin. Ernst var giftur við Biritu, sum er úr Vági. Tey áttu tveir synir. Ikki minst er saknurin heima, tí Ernst var eitt familjumenniskja um nakað.
Ernst var eisini virkin í grannalagnum í Tjarnarlág. Saman við hinum monnunum var hann við í einum gongubólki, sum umframt at ganga langan tein hvørt kvøld, eisini skipaði fyri øðrum tiltøkum í grannalagnum. Eg veit at hann eisini her fer at vera nógv saknaður. Ernst var kassameistari í bólkinum, og hann hevði sjálvur ásett, at »aðalfundur« skuldi haldast trettandadag. Men,?
Vit drípa høvur í minninum um Ernst Hansen og vilja vísa teimum avvarðandi djúpastu samkenslu.
Óli Jacobsen