Til minnis um Steintór & Gerdu Fagradal, heiman av Sandi

Vit kunnu hugleiða leingi um hjúnini niðan áarløkan, heiman av Sandi. Vit kunnu harmast, nú tey eru farin Heim. Vit kunnu eisini velja, at gleðast um nógvu og ríku løturnar, okkum untist at vera saman við teimum. Sam­stundis kunnu vit gera søg­una – saman við teimum – til okkara.
Vaks tú upp á Sandi, var tú tilvitaður um, at ”hinumegin brúnna” fann tú tvey røsk fólk.
Steintór hevði megina, Gerda hevdi umhugsni. Í felag gjørdu tey gagn av báðum. Megin fekk fyri­tøkuna at vaksa, og um­hugsni fekk fyritøkuna at finna røttu javnvágina. Hjún­ini løgdu væl eftir seg – bæði vinnuliga og sosialt – nú tey fóru um sýnina.
Steintór og Gerda Fagra­dal, eru farin Heim. Gerda legði árar inn bert skamma stund eftir, at húsbóndin Steintór, var mettur av døg­um. Sandsbygd er tvey skila­fólk fátækari.
Steintór og Gerda vóru kend andlit í bygdarmyndini. Tey høvdu bæði dirvi og egin­leikan, at byggja eina haldgóda fyritøku upp, og sam­stundis høvdu tey eitt stórt hjartað, har rúm var fyri yngra ættarliðnum í nær­umhvørvinum. Tey fóru um okkum børn, sum gásaparið fer, um nýklaktu ungarnar.
Fyri okkum í Sanda­brekk­uni gjørdist vinarbandið til húskið við áarløkan niðan Sandabrekkuna, kærkomið. Tey tóku ikki dagar í millum fólk, og virðingin millum húsk­ini, er bara vaksin gjøg­­num árini. Minnuligu løt­urnar saman við teimum eru enn ritaðar í minnið.
Mong skriva og tosa um at veita tænastur. Steintór og Gerda eru hugmyndir av hesum. Tey bygdu fyritøkuna Fagradal á tænastur. Nær­lagni, álit og umhugsni var teirra vegvísari. Tú fór ikki skeiv­ur, gjørdi tú avtalu við tey.
At fara oman til Steintór og Gerdu var stuttligt, tí har var altíð okkurt, ið hugtók okkum børn. Handilin fyri eitt, verkstaðið fyri annað.
Steintór dámdi sera væl at hava okkum dreingir á verk­staðnum. So kundu vit gera okkurt til nyttuna, með­an hann legði okkum lag á. Tá vit troyttaðust, fóru vit í handilin at fáa okkum okkurt gott undir tunguna. Líka legði Steintór í, um vit tóku rív­an til, hann flenti bert, og bað okkum vera ansnar, tí annars fór Gerda at havast at okkum.
Tað lá raðið fyri. Kassa­bilarnir vórðu tunaðir á verk­staðnum hjá Steintór, hjólini vóru í javnvág, og bremsurnar riggaðu sum tær skuldu. Tá brøðurnir úr Hósvík komu á vitjan, var gjørt skjótt av. Kassabilarnir fóru á verkstað til eftirlit, og tunnuflakarnir vóru flotaðir.
Ein fyri, og annar eftir, stevndu vit út á Sandsvatn. Sandingur, Havsøki, Tummas T, Pison og Hans Erik vildu allir hava lastina fulla, áðr­enn lagt varð aftur at landi.
Farleiðin á bygd kann vera vandakend fyri piltar. Hesum hevði Steintór ans fyri. Hann greiddi okkum frá flóð og fjøru, og at vera ansin fyri mórusandi, soleiðis at vit ikki gjørdust ófrættakendir. Gerda tók altíð væl ímóti, tá vit komu vátir og skitnir nið­an av sandinum. Hon gav okkum heitan drekkamun og pannukøkur, soleiðis at vit ressaðust skjótt aftur.
At fáa okkurt frá hond­ini lá til hjúnini. Steintór, frynt­ligi maðurin í oljubilinum, í buss­inum, ella liggjandi hálv­ur niðri í motorrúminum, hevði onki til ivurs fyri leti. Lágvaksni maðurin syfti eina oljutunnu sum var tað ein vøttur. Gerda stjórnaði handlinum við umhugsni og neyvari hond.
Hinumegin Sandin, finst neyvan unglingi, ið ikki hev­ur vunnið sær lumma­pen­ing ”Hjá Steintór og Gerdu” sein­astu mongu árini. Hjúnini dugdu sera væl at fáa yngra ættarliðið at gera okkurt til gagns. Pírin vóru tey ikki, tú fekk løn sum uppiborið.
Genturnar komu allar í ”handi­lslæru” hjá Gerdu, með­an vit dreingir fingu ”skitnar fingrar” saman við Steintór. Vit njóta øll framvegis gott, av hesum lærdómi.
Nógvar eru søgurnar, sam­an við teimum. Minnist best, tá kommunuvegurin undir Sandabrekkuni skrædnaði.
Steintór hevdi fingið nýggj­an oljubil frá Shell at koyra olju til sandoyingar. Sum altíð var pláss fyri ung­lingum, ið vildu forvinna sær eitt oyra. Komnir brekkuna, var slangan fest í tangan, og pumpan tendrað.
Meðan vit sita í førara­rúm­inum og njóta framkomnu tøknina, ríður vegurin und­an bilinunum.
Steintór gjørdi skjótt av. Við aðrari hondini læt hann upp ovaru hurðina av bilinum, og við hinari hondini treiv hann í bringuna á mær, og tveitti meg út úr bilinum, uttan at mala orð.
Tá eg kom til mín aftur, var vandin av. Eg var heima hjá mammu, Shell bilurin varð á verkstað, og Steintór helt á, sum um onki varð hent.
Seint á kvøldið, vikuna eftir – meðan vit bunkraðu oljuskipið Magn úti í Støð – stakk hann mær tjúgu krón­ur í hondina, ”tí eg hevði verið so raskur”. Tá vit løgdu at aftur niðri við áarósan fingu vit drekkamun og pannu­køkur frá Gerdu.
Tíðin tekur ikki dagar ímillum. Vit eru annaðhvørt á ella burtur. Steintór og Gerda komu til sættis tíðina. Tey dugdu væl at lata lívsverkið upp í hendurnar á soninum, og hansara húski.
Um summarið, heystið, og um jóltíð hava vit altíð kunna sagt við børnini, ”Fær oman til Steintór og Gerdu”, so verður tú løtuna ríkari.
Tað er vanligt hjá okkum í Brekkuni at siga við børnini, tá vit eru heima á Sandi. Tað er nú søga. Vit kunnu ikki siga tað longur. Nú eru Steintór og Gerda farin Heim.
Saknurin er stórur eftir tey.
Tykkum, Finnleif, Jacob­inu og børnunum, vísa vit sam­kenslu.
Takk fyri vinskapin, og nógvar góðar løtur saman.
Við hesum siga vit farvæl til hjúnini Steintór og Gerdu Fagradal.
Hvíl í friði.
------
Frá okkum í Sandabrekkuni, Bjarki Mohr