Til tykkum, ið varða av barsilsskipanini

Lillian Bjarnadóttir Poulsen


Eg eri ein mamma til ein 10 mánaðan gamlan son, sum eg átti um miðan november í fjør. Hann er okkara fyrsta barn, og hevði eg tí av góðum grundum ongar royndir, hvat tað vil siga at gerast mamma. Eg var akkurát útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur og hugsaði tí, at eg sjálvsagt fór aftur til arbeiðis, tá tær 24 vikurnar í barsilsskipanini vóru lidnar. Tá eg hevði átt, fekk eg annað at síggja. Sá beinavegin, at tað fór ikki at koma upp á tal at fara so skjótt aftur til arbeiðis, tí eg vildi taka mær av mínum 5½ mánaða gamla soni sjálv. Hann fekk eisini einans bróstamjólk og vildi ikki vita av fløsku, so eingin annar kundi passa hann. Hvat var so til ráða at taka? Vit eru í ferð við at seta búgv, og tað skulu jú pengar til. Eg royndi so at melda meg arbeiðsleysa, sum eg jú eisini var. So kundi eg um ikki annað fáa nøkur oyru frá ALS, men tað var stokkurt gleði. Eftir tveimum vikum fekk eg bjóðað starv í náttarvakt, og tá eg ikki fekk tikið av, orsaka av at eg havi sjómann, bleiv eg mett sum óarbeiðstøk og tveitt úr skipanini.
Eg eri avgjørt ikki nakað eindømi upp á hesa støðuna. Tað eru mong við mær sum eru í akkurát somu skóm, og eg vóni so inniliga við hesum lesarabrævi at kunna skapa eitt kjak um núverandi skipan. Vit eru avgjørt ein eftirbátur, tá tað kemur til hetta. Í dag er lógin orðað soleiðis:

»Kvinna, sum hevur A-inntøku, og sum fer frá arbeiði orsakað av viðgongu ella barnsburði, hevur rætt til barsilspening frá tí degi, mett verður, at 4 vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí løtu, hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, tó í fyrsta lagi frá tí degi, mett verður, at 8 vikur eru eftir til barnsburð. Eftir barnsburð hevur kvinna rætt til barsilspening í 24 vikur innan fyrstu 24 vikurnar eftir barnsburð.«

Í Danmark bleiv lógin broytt í 2002:

»Folketinget har vedtaget den nye barselsorlov, som betyder, at forældrene får barselsorlov på fulde barsels-dagpenge i 52 uger. Samtidig får de mulighed for at vælge at forlænge orloven med op til 14 uger. Det sker mod at orlovsydelsen nedsættes, så den svarer til 52 ugers fulde barselsdagpenge. For forældre til børn, der er født før den 1. januar 2002, gælder de eksisterende regler om barsel- og børnepasningsorlov stadig. Det betyder, at disse forældre fortsat kan søge om børnepasningsorlov efter reglerne, som de er i dag, det vil sige frem til barnet fylder 9 år. For forældre til børn, der er født efter 1. januar og indtil 26. marts 2002, er der mulighed for frit at vælge mellem den gamle og den nye barselsorlov.«

Í Svøríki eru korini uppaftur betri, har tað stendur í boði at verða 2 ár í barsil.
Sundhedsstyrelsen mælir til at børn einans fáa bróstamjólk seks teir fyrstu mánaðirnar. Um ein mamma skal til arbeiðis aftur eftir 24 vikur, er hon noydd at byrja at geva barninum annan kost tá barnið er fýra mánaðir og sostatt er tað eingin møguleiki at fylgja tilmælingunum.
Tað er eisini ein sannroynd, at tað eru tey allar fægstu, ið fáa børn síni í ansing áðrenn tey fylla eitt ár. Og tað vísir seg eisini, at tá børn eru so lítil tá tey fara í ansing gerast tey ofta sjúk, so foreldrini hava nógvar sjúkradagar av somu orsøk.
Tað er ónatúrligt at skilja barnið frá mammuni áðrenn tað er eitt ár. Tann tíðin í lívinum kemur ongantíð aftur, og tað er ein so týdningarmikil tíð. Persónsmenskan hjá barninum og grundarlagið fyri víðari menning veður løgd tað fyrsta árið. Tað optimala hevði verið um annað foreldrið kundi verið heima hjá sínum børnum trý tey fyrstu árini tí, tástani eru tey klár til at fara út í lívið. Tá er barnið so væl formað, at tað er klárt til at møta nýggjum avbjóðingum og hevur tørv á at spæla við onnur børn. Eg sigi ikki, at skipanin skal broytast soleiðis, at tað gerst gjørligt at verða heima hjá barni sínum tey fyrsu trý árini, men at gera tað gjørligt at verða heima tað fyrsta árið eftir barnsburðin við dagpengum. Eg vil við hesum eisini vísa á, at 1. januar 2006 var lógarbroyting, ið hevði við sær, at inngjaldið til barsilsskipanina var økt úr 0,25% upp í 0,62%. Tá inngjaldið er hækkað munandi átti tað eisini at verið gjørligt at fingið meira úr skipanini. Meira peningur verður eisini til taks við, at børnini ikki taka stovnspláss, fyrr enn fyrsta árið er farið.
Um vilji ikki er fyri at økja útgjaldið úr skipanini, so kundi lógin verði gjørd meira smidlig, soleiðis at valmøguleikar eru til staðar. T.d. so tað var gjørligt at fingið útgjaldið býtt útyvir 52 vikur.
Tað dýrabarasta vit eiga eru børnini. Tann fyrsta tíðin í teirra lívið eigur at verða merkt av tí tryggleika og treytaleysa kærleika, ið einans foreldrini eru før fyri at geva, soleiðis at tey fáa eina so góða byrjan upp á lívið sum gjørligt. Vónandi fer skipanin at broytast innan leingi.