Thomas Arabo
---------
Tað er bara at siga sum er, uppskotið um tilfeingisbúð er eitt ónýtuligt skrivstovuprojekt.
Ja, eitt krakkaprojekt, ið tey flestu, sum hava innlit í fiskivinnuna, síggja er púra óbrúkiligt.
Endamálið er hinvegin at fáa pengar í landskassan og gera greitt, at gratis loyvir í tilfeingisvinnuni er ein farin tíð.
Vinnan er púra greið yvir, at eitt tilfeingisgjald kemur.
Her mugu takast nøkur atlit, so at eitt gjald er greitt formulerað, so einki journalistiskt visse – vasse kemur burtur úr.
Harafturat so má tað vera púra óbureaukratiskt at umsita og síðst, men ikki minst, so má tað gerast soleiðis, at tað bæði gevur pengar í landskassan og virksemi kring landið.
Eitt upskot kundi verið at lagt eitt 4% avgjald á alla tilfeingissølu. Teir sum umskipa sína veiðu í Føroyum kundu so søkt um at fingið 1% aftur, og tey sum lótu sítt tilfeingi til víðari framleiðslu í Føroyum kundu so søkt um at fingið endurgoldið 3%.
Ja, so høvdu vit komið nærri eini staðfesting av, at tilfeingisrætturin er ogn Føroya fólks, og nýtslurætturin er bara til láns ímóti gjaldi til tey dugnaligastu.