Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

Nú ber til at melda seg til UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference, sum verður í Føroyum frá 26. - 29. mai, skrivar setur.fo.

 

Fólk kunnu nú melda seg til at taka lut í ráðstevnunum og tryggja sær pláss.

 

Á tilmeldingssíðuni er kunning um ymiskar tilmeldingarflokkar, gjøld og praktisk viðurskifti.

 

Meira kunning um skránna og annað praktiskt verður løgd út á heimasíðuna hjá setur.fo, so hvørt sum hon er tøk.

 

Vit gleða okkum til at taka ímóti luttakarum í Føroyum til eina spennandi og hugvekjandi UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference og til at skapa ein sterkan pall fyri samrøðu, samstarvi og vitanardeiling, skrivar setur.fo.

 

Les meira um tilmelding her.