Útilokar ikki aðra samgongu eftir val

-men henda samgongan hevur skapt stabilitet, og tað hava allir flokkar æruna av, so eingin broyting verður í hesum skeiðnum sigur formaður Sambandsfloksins, sum eisini kennir tað sum álitisváttan til sín, at flokkurin gongur fram

Veljarakanningin hjá Sosialinum gevur Sambandsflokkinum ein tingmann aftrat, soleiðis at flokkurin fær 8 tingfólk. Prosentvísa framgongdin er tó bara 0,4%. Kaj Leo Johannessen fegnast um, at flokkurin hevur stabiliserað seg. Sambart hesi kanningini sær út til, at vit bera okkum rætt at í nøkrum førum og skeivt í øðrum. Tað má tí vera okkara uppgáva at styrkja tí skeivu síðuna til komandi val, her ikki minst tann sosiala partin. Alt í alt kann eg bara vera nøgdur við kanningina, nú vit fáa ein tinglim aftrat. Kanningin er eisini áhugaverd fyri seg sum floksformann. Hann kennir hana eisini sum eitt herðaklapp til sín, nú tað var so nógvur rumbul rundan um formansvalið í Sambandsflokkinum herfyri. So kanningin gevur eina ábending um, at tað valið var skilagott, men formaðurin leggur dent á, at tað er fyrst og fremst floksúrslitið hyggjast skal at. Kaj Leo Johannessen tekur tó fyrivarni við, at tað eru meira enn 10%, sum ikki vita, hvønn tey fara at velja, og tað eru júst hesi prosentini, sum kunnu gera av, hvønn veg tað ber.

Kanningin broytir ikki støðuna millum samgongu og andstøðu, tó at Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin fara nógv fram. Hóast Javnaðarflokkurin gongur nakað aftur, so heldur formaður Sambandsfloksins, at allir flokkar hava gjørt eitt gott arbeiði. Vit hava roynt at skapt ein stabilitet, sum sæst aftur við einum ávísum bjartskygni í samfelagnum. Hvar tú ferðast í samfelagnum merkir tú, at fólk eru positiv, og hetta kunnu vit ikki takka bara einum flokki fyri men allari samgonguni.

Vit spurdu Kaj Leo Johannessen, um ein framgongd til Sambandsflokkin og til Tjóðveldisflokkin kann vera ein ábending um eina komandi samgongu eftir komandi val saman við eitt nú Sjálvstýrisflokkinum, ið tað eisini hevur verið róð framundir í almenna kjakinum! -Vit hava tað gott í hesi samgonguni, men tá samráðingar verða eftir eitt val, eru sjálvandi allir møguleikar opnir. Vit hava tó stungið út í kortið í hesi samgonguni, og tað, sum hendir í løtuni, kenst skilagott.

-Um tað skuldi hent, at tú verður skotin upp sum løgmaður í eini komandi samgongu av t.d. Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, vildi tað so verið nakað, sum tú tók av?

-Tað vil sjálvandi skapa eina nýggja støðu. Men tað vil vera ein samráðingarspurningur til eina og hvørja tíð, men tá tað er sagt, skal eisini sigast, at vit hava ein loyalitet í hesi samgongu, men vit vita av royndum, at til eitt val eiga allir møguleikar at standa opnir, tá tær ræður um eina nýggja samgongu.

Ja til løgmanssess
Fyrrverandi formanni Sambandsfloksins stóð í boði at gerast løgmaður, men hon tók ikki av. Fer henda støða at endurtaka seg við Kai Leo Johannessen sum formanni?

-Tann dagin eg segði ja til at gerast formaður í flokkinum tók eg samtíðis ta avgerð, at um tað bleiv víst á meg sum løgmann í eini framtíðar støðu, so vil eg sjálvandi Sambandsfloksins vegna eisini taka ta uppgávuna á meg eins og aðrar uppgávur, um tað er brúk fyri mær frá floksins síðu.

-Men sum størsti ella næststørsti flokkur og við einum meiriluta, sum peikar á teg sum løgman eftir eitt komandi val, verður tað ikki torført ikki at taka av og stingur tú ikki flokkin í ryggin við at takka nei?

-Tað er sjálvandi ein áhugaverd støða, men hetta er ein veljarakanning, sum skal takast við fyrivarni. Men kemur henda støðan, so hava vit greitt meldað út, at Sambandsflokkurin hevur formannin sum løgmansevni. Og skuldi eitt slíkt tilboð komið, so er tað eisini ein nýggj støða. Tað er eisini ringt at siga nei til at gerast løgmaður, men vit eru ikki komin har til enn. Vit trívast væl í samgonguni, men at siga nei til ein slíkan álitispost trúgvi eg ikki, at Sambandsflokkurin loyvir.

Kai Leo sigur, at hann og Sambandsflokkurin kunnu til eina og hvørja tíð arbeiða saman við øllum flokkum á tingi. Men tað verða so ongar broytingar gjørdar í hesi samgonguni, tí ein avtala er ein avtala, og samgongan heldur setuna út.