Tilvildarligur sosialpolitikkur gera Føroyar ójavnar

Ætlan landsstýriskvinnurnar um at avtaka gjaldið fyri læknaváttan rakar skeivt, og ger, at tímalønt ikki longur eru javnt sett við fastlønt, sigur Samtak

- Hetta er nýggjasta dømi um lóggeving, ið rakar skeivt, og sum er við til at gera Føroyar til eitt enn meir ójavnt samfelag enn tað er frammanundan, sigur Samtak á heimsíðuni.

Samtaki hjá føroyskum fakfeløgum heldur, at eyðkenni fyri føroyskan sosialpolitikk er, at broytingar mangan eru tilvildarligar uttan at hugsað verður um neiligu ávirkanina, ið hesar broytingar kunna hava fyri ávísar samfelagsbólkar.

- Tíverri, so hava fleiri av tiltøkunum á almannaøkinum ikki rakt serliga væl. Gott dømi um hetta vóru tær lógir og broytingar, ið vóru skundaðar ígjøgnum, beint fyri at fíggjarlógin 2009 var samtykt, siga feløgni í Samtaki, sum heita inniliga á Rósu Samuelsen um at hugsa seg væl um, og sleppa ætlanini um, at tímalønt sjálvi skulu rinda fyri læknaváttan.

- Peningurin, ið tímalønt fáa frá sjúkradagpeningaskipanini er frammanundan sera lágur. Tey, ið eru rakt av sjúku, hava ikki ráð at fáa eyka byrður, tí eigur landsstýriskvinnan við almannamálum heldur fara eftir peninginum onkra aðra staðni. heldur Samtak, sum vísir á, at í seinastu viku kom fram, at sparingin fyri at avtaka gjaldið fyri læknaváttanir er ein hálv millión. Í mun til landsroknskapin er hetta smápeningur, men tað hevur stóra ávirkan fyri tey fólk og tær familjur, ið vera rakt av sjúku.

- Ístaðin fyri tilvildarligar sparingar, hava vit tørv á greiðum sosialpolitiskum útmeldingum um, hvussu vit tryggja vælferðarsamfelagið, og tey sum hava tørv á hjálp. Ein av spurningunum, ið Rósa Samuelsen tí eigur at spyrja seg sjálva er, hvussu kunna vit við lógum og játtanum fáa eitt javnari samfelag, ið er við til at tryggjað øllum góð livikor í Føroyum, sigur Samtak.