Tinganest til Klaksvíkar á jólum

Vágabólkurin við teimum nógvu kendu sangunum verður annað jólakvøld at hoyra í Klaksvík.

 

Tinganest hevur javnan framførslur til konsertir og dansir, og annað jólakvøld verða teir á pallinum í KÍ-høllini í Klaks´vik.

 

Jóan Jakkup Guttesen, Magnus á Stongum, Holgar Jacobsen og Finnue Joen Jacobsen manna bólkin, sum kann tríva í sangir sum Vágagellan, Babba mugu ikki forstýrast, 1001 Nátt, Kom heim og Seinasti dansur.

 

Tiltakið í KÍ-høllini byrjar kl. 23.00.