Tingast ikki um suðurkoreonsku gíslarnar

Taleban fær ikki ein einasta fanga fyri teir 21 suðurkoreonsku gíslarnar.

-Tað verða ongar tingingar við Taleban um teir 21 suðurkoreanararnar, sum rørslan hevur burtuflutt í Afghanistan, og talan verður ikki um at lata fangar í býti við gíslar.

 

So greið vóru boðini úr Hvítu Húsunum, eftir at George W. Bush, forseti, hevði hitt afghanska forsetan, Hamid Karzai, í Washington í gjár. Fleiri eygleiðarar gita, at Karzai fekk greið boð frá sínum amerikanska starvsfelaga um, at okkurt munagott má henda í Afghanistan nú, tí nógvir amerikanarar halda, at USA hevur fingið alt ov lítið burtur úr teimum nógvu dollaramilliardunum, sum kríggið í Afghanistan hevur kostað. Millum annað halda eygleiðararnir, at á fundinum í gjár fekk Karzai boð um gera meiri fyri at basa Taleban og at steðga opiumsdyrkingini, sum fíggjar ein stóran part av virkseminum hjá Taleban.

 

Á middegi í dag hevði Taleban ikki gjørt nakrar viðmerkingar til, at ongar tingingar verða um gíslarnar, men ein talsmaður hjá rørsluni hevur fyrr sagt, at lagnan hjá gíslunum liggur í hondunum á Bush og Karzai.

 

 

Heldur ikki kvinnurnar

 

Summir eygleiðarar siga, at Taleban kann fáa trupulleikar av, at fleiri kvinnur eru ímillum teir suðurkoreonsku gíslarnar, tí sambært Islam kunnu burturflytararnir ikki beina fyri kvinnunum.

 

Tað er kanska eisini orsøkin til, at Taleban hevur sagt seg vera til reiðar at lata kvinnurnar leysar, um afghonsku myndugleikarnir lata Taleban-kvinnur leysar í býti. Men hesum hava afghanska stjórnin og USA víst aftur.