Tingfólk verja børnini

Felagið Verjið børnini hevur nú tikið stig til, at ein felagsmynd av flokkunum á Føroya løgtingi verður tikin, har einstøku tinglimirnir eru ílatnir blusurnar hjá Verjið børnini.

Hetta verður gjørt týsmorgunin klokkan 10.30.

- Verjið Børnini fegnast um, at øll tingfólk á henda hátt ynskja at stuðla felagnum. Í sjálvum sær er hetta ein sigur fyri Føroyar. Okkara børn, sum skulu bera samfelagið víðari, verða nú veruliga sett í hásætið.

- Fleiri ítróttarfeløg hava longu stuðlað Verjið børnini við at vera í blusunum undir kappingum, sigur felagsskapurin í fráboðan.

Verjið børnini varð stovnað tann 16. juli í ár. Í nevndini eru Mimmy Vágsheygg, Joan Baldvinsson og Rói Norðoy.

Endamálið hjá felaginum er at verja børn.

- Felagið ynskir at vera rødd barnana, ið tosar, har tey ikki sjálvi megna at siga frá. Vit ynskja at ávirka samfelagið, soleiðis at børnini verða sædd og hoyrd. Vit ynskja at varpa ljós á trupulleikarnar, sum hesi sviknu børn fara ígjøgnum og ávirka og broyta ta politisku og almennu skipanina til frama fyri børnini, siga tey í Verjið børnini.