Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið hjá landsstýrinum um at umbyggja Eirargarð 2, sum seinastu árini hevur hýst heilsumálaráðnum og almannamálaráðnum, til lestraríbúðir.
Taaln er um løgtingsmáli nr. 2/2025: Uppskot til løgtingslóg um at geva Húsalánsgrunninum ræðið á bygninginum Eirargarður 2 í Tórshavn.
Tað er Margit Stóra, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, sum hevur lagt málið fram, og tað gjørdi hon tann 14. august 2025, og eftir 1. viðgerð tann 28. august 2025 er tað beint Rættarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 3. og 8. september 2025.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Tórshavnar kommunu, Bústaðir, Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, Súsannu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, saman við umboðum fyri Landssjúkrahúsið og Sjúkraflutningstænastuna, og Margit Stórá, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, saman við Umhvørvisstovuni.
Ein samd nevnd hevur hesar viðmerkingar:
Seinnu árini hevur stórt trýst verið á bústaðarmarknaðin í Føroyum millum annað tí, at fólkatalið er nógv vaksið. Búskaparráðið hevur víst á, at manglandi útboð av bústøðum er ein forðing fyri framhaldandi búskapar- og fólkavøkstri, og tað er ein sannroynd, at góð bústaðarviðurskifti eru ein fortreyt fyri, at fólk kunnu trívast og virka.
Tað er eisini ein avbjóðing, at nógv ung flyta av landinum í lestrarørindum, og stórur partur av teimum kemur ikki heimaftur. Tí er neyðugt at virka fyri, at útboðið av bústøðum veksur, og at stig verða tikin til at gera tað lokkandi fyri ungdómin at liva og virka í Føroyum.
Hetta lógaruppskotið skal virka fyri at minka um bústaðartrotið hjá ungum og lesandi.
Bygningurin Eirargarður 2 er væl egnaður til lestrar- og ungdómsbústaðir og hevur harafturat góða staðseting í mun til lestrarumhvørvi og annað virksemi í býnum. Bygningurin hevur áður verið nýttur til sama endamál.
Leingi hevur verið ætlanin, at aðalráðini, sum búleikast í Eirargarði 2, skulu flyta. Henda ætlanin er nú í umbúna at verða framd, og verður verandi virksemið flutt út í næstum. Tí verður bygningurin, sum áður hevur verið nýttur til lestrar- og ungdómsbústaðir, tøkur til aftur at verða nýttur til sama endamál.
Við hesum lógaruppskotinum verður lagt upp til, at Húsalánsgrunnurin fær ræðisrætt yvir Eirargarði 2 í óavmarkaða tíð. Harvið gerst tað búskaparliga ráðiligt hjá Húsalánsgrunninum at gera íløgur í umbygging og umvæling av bygninginum, har útreiðslurnar fáast innaftur við bústaðarleigu.
Nøkur viðurskifti hava tó gjørt hetta málið torgreitt.
Av tí, at Eirargarður 2 er partur av samlaða sjúkrahúsøkinum, ber ikki til at frámatrikulera bygningin og undirlendið, og av tí sama kann Húsalánsgrunnurin ikki yvirtaka bygningin sum sína egnu ogn.
Ein frámatrikulering hevði avmarkað møguleikan hjá Sjúkrahúsverkinum til verandi virksemi og framtíðar útbyggingar, og tað ber heldur ikki til at lata ella selja bygningin, uttan at undirlendið fylgir við.
Ein møguleiki er at leiga Húsalánsgrunninum bygningin, men sambært matrikkullógini kann tað bara gerast í eitt 10-ára skeið. Tað er ov stutt tíð til, at Húsalánsgrunnurin kann fáa verkætlanina at hanga saman fíggjarliga. Sambært tinglýsingarlógini ber heldur ikki til at stovna bygningin sum ein bygning á leigaðum øki, tí ognin er longu ein samlað føst ogn.
Ein onnur avbjóðing er, at Sjúkraflutningstænastan heldur til í niðastu hædd í bygninginum, og hon skal eftir ætlan halda fram við at vera har. Hetta setir krøv til til- og frákoyringina á økinum, og eisini setir hetta krøv til parkeringsviðurskiftini. Av tí at bygningurin ikki verður frámatrikuleraður, mugu parkeringsviðurskiftini viðgerast saman við restini av sjúkrahúsøkinum.
Rættarnevndin hevur spurt landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, um Húsalánsgrunnurin fer at kunna krevja leigugjald frá Sjúkraflutningstænastuni. Til hetta hevur Umhvørvismálaráðið svarað, at Húsalánsgrunnurin hevur sambært lógaruppskotinum ikki heimild at krevja leigu frá Sjúkraflutningstænastuni. Viðurskiftini viðvíkjandi nýtslurættinum verða avtalað millum Heilsumálaráðið og Umhvørvismálaráðið, men Sjúkraflutningstænastan skal ikki rinda leigugjald fyri nýtslurættin.
Ein onnur avbjóðing er, at í sambandi við at byggisamtyktin skal broytast, so ber ikki til at siga við vissu, hvat niðasta hæddin fer at verða brúkt til, um til dømis Sjúkraflutningstænastan einaferð í framtíðini flytur út.
Landsstýrið hevur valt at loysa hetta málið soleiðis, at Húsalánsgrunnurin við løgtingslóg fær ræðið á bygninginum í óavmarkaða tíð, men bygningurin verður tó framvegis verandi ogn hjá Føroya landsstýri.
Talan er sostatt um eina serskipan, ið skal gera tað møguligt at fremja ætlaðu verkætlanina skjótt.
Roknað verður við, at millum 43 og 55 lestrar- og ungdómsbýli kunnu gerast í Eirargarði 2.
Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Rættarnevndin, 9. september 2025
Helgi Abrahamsen Kristianna W. Poulsen Erling Eidesgaard
næstformaður
Henrik Old Ingilín D. Strøm Steffan Klein Poulsen
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur