Tað eru óivað nógv, sum kundu hugsað sær at hitta Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformann í Grønlandni, sum vitjaði í vikuni.
Tá formansskapurin í tinginum bjóðaði landsstýrisformanninum innar, sluppu tingfólkini ikki at heilsa uppá gestin. Tað sluppu tingfólkini heldur ikki tá David Oddsson, forseti í Íslandi, vitjaði.
Tað fanst Henrik Old, tingmaður, harðliga at í munnligum fyrispurningi til Edmund Joensen mikudagin.
- Tað er løgið at tingfólk ikki fáa møguleika at heilsa uppá grannarnar, sum koma til Føroya at vitja. Nógvir í tingsalinum við mær hava samskifti við Grønland og Ísland, segði Henrik Old.
Hann kundi annars eisini hugsað sær at hoyrt frálíku røðuna, sum tingformaðurin helt fyri gestunum í tóma tingsalinum, og helt eisini, at tað hevði verið hópin hugnaligari um tingfólkini vóru til staðar.
Hann setti løgmanni spurningin, hví henda løgna mannagongd varð nýtt, tá tingið fekk almenna vitjan?
Edmund Joensen. svaraði, at nógv fyrireikingararbeiði verður gjørt, tá almennar vitjanir eru, og at hvørt punkt sær, verður sett í skránna.
-Hetta er eiitt mál millum formansskapin í tinginum og Landsstýrið.
- Tað er tó skeiv adressa at seta løgmanni henda spurningin. Tað er formansskapurin, sum ger av, hvussu vitjanin skal skipast, svaraði løgmaður.
Henrik Old var ikki nøgdur við svarið, og helt fyri, at visti ikki at so var, men at tað hevði bøtt um tónan í tingsalinum, um tingfólkið ikki soleiðis var rikið út, og noyddist at ganga og biða eftir at sleppa innaftur.
Óli Jacobsen tók eisini orðið í hesum máli, og gav Henrik Old rætt. Tað hevði hægst kostað einar 10 - 20 sodavatn eyka, um tingfólkið var boðið við.
Jógvan I. Olsen, tingformaður, tók samanum og greiddi frá mannagongdini viðvíkjandi almennum vitjanum. Hann helt fyri, at um mannagongdin skal broytast, so skal formansskapurin gera tað.