Kl. 14 mikudagin var tingfundur ásettur. Á skránni vóru munnuligir fyrispurningar og málið um Framtaksgrunnin.
Av tí at eitt broytingaruppskot ikki var liðugt skrivað, var fundurin slitin í slakan tíma, og tikin uppaftur kl. 15.45.
Eyðun Viderø í Fólkaflokkinum vildi ikki góðtaka, at tingið ikki kundi fáa grannskoðaða váttan frá Framtaksgrunninum, um støðuna hjá Fiskasøluni og Fiskavirking.
Tí setti hann broytingaruppskot fram, saman við Atla Hansen, Óla Jacobsen og Helenu Dam á Neystabø um, ístaðin fyri at konvertera 12,5 mió. krónur, sum uppskotið ljóðaði, til at lækka upphæddina til 9,5 mió. krónur.
Løgfrøðiliga ikki væl fráfarið
Jóannes Eidesgaard, tingmaður, harmaðist saman við øðrum tinglimum at verða í tí støðu, at eitt broytingaruppskot kom við 3. viðgerð, bert tí at tað seinni vísti seg, at fíggjarnevndin hevði lagt fram mál, sum ikki var løgfrøðiliga í lagi.
- Ætlanin hjá løgmanni var tá, at málið skuldi aftur í fíggjarnevndina, men tá vísti eg á, at fíggjarnevndin ikki kundi viðgera mál, sum liggur í tinginum. Hetta var nú mál, sum samgongan átti at taka sær av, segði Jóannes Eidesgaard.
Hann fýltist á broytingina í viðtøkunum fyri Framtaksgrunnin, sum sigur, at nevndarlimir ikki mugu hava nevndarsess í feløgum, sum grunnurin hevur sett pening í.
óvist um skikkað fólk vil taka av
- Her verður serliga hugsað um Fiskasøluna og Fiskavirking. Um nevndin skal finna skikkað fólk, sum eru áhugað fyri at taka av, verður tað keðiligt um neyðugt verður at fara til Danmarkar at finna nevndarformann.
- Ikki allar súðir eru syftar við hesi avgerð. Tað kunnu koma fremmand fólk til, so sum vit kenna tað frá Fiskasøluni, ið hevði danskan nevndarformann, segði Jóannes Eidesgaard.
Finnbogi Ísakson helt málið um Framtaksgrunnin vera øgeliga ørkymlandi.
- Fyrst vildu tinglimir jarðleggja grunnin, so skuldi hann skrásetast í Føroyum, og nú skal hann kortini ikki skrásetast her.
- Løgmaður skal vita, at um grunnurin verður skrásettur sum vinnurekandi grunnur, so kann hann ikki hava eftirlit, segði Finnbogi Ískason, og helt tað vera torført at skilja tankagongdina hjá samgonguni.
Óli Jacobsen hevði aðra frágreiðing. Hann segði at viðtøkurnar hjá grunninum vóru danskar og at tær ongantíð høvdu verið viðgjørdar í Føroyum.
- Verður Framtaksgrunnurin skrásettur í Føroyum, so missa føroyskir politikarar alt eftirlit við grunninum. segði Óli Jacobsen.
Suni Jacobsen segði, at fíggjarnevndin hevði havt tveir møguleikar í at velja. Var hann skrásettur undir lógini um vinnurekandi grunnar, so kom hann undir Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, við eftirliti í Danmark, saman við Landsgrannskoðanini.
Jóannes Eidesgaard helt, at gomlu viðtøkurnar, sum siga, at ³ ársroknskapur og frágreiðing um virksemið í Framtakgsgrunninum skal sendast til Fíggjareftirlitið og Landsgrannskoðanina, í seinasta lagi seks mánaðir eftir at at roknskaparárið er endað³, ikki vóru nóg neyvar.
- Hvørja trygd hava vit fyri at Landsgrannskoðanin sleppur aktivt inn í myndina, tá viðtøkurnar ikki eru neyvari, segði Jóannes Eidesgaard og vísti á, at Landsgrannskoðanin ikki higartil hevur fingið innlit í virksemið hjá grunninum.
Bjørn á Heygum helt, at best var at hava grunnin skrásettan í Erhvervs- og Selskabsstýrlesen, tí her er ein lóg galdandi á økinum
Framtaksgrunnurin:
Framhald av síðu 6
Umtað ikki varð gjørt, so fór úrslitið at vera, at ongin lóg var galdandi og heldur einki eftirlit.
Til samtyktar
Eftir stendur, at Framtaksgrunnurin er føroyskur, men er undantikin lóg um vinnurekandi grunnar.
Løgmaður og danski forsætisráðharrin hava eftirlit við viðtøkunum.
Fíggjareftirlitið og Landgrannskoðanin hava eftirlit við grunninum.
Framtaksgrunnurin skal hava ávirkan á tey feløg, sum teir hava sett pening í,men skal ikki frameftir hava loyvi til tess.
Nevndarlimirnir verða valdir fyri eitt ár í senn, men kunnu verða afturvaldir.Nevndarlimirnir í grunninum skulu ikki frameftir verða nevndarlimir í teimum feløgum, sum grunnurin setir pening í.
Fíggjareftirlitið í Danmark og Landsgrannskoðanin hava rætt til at fáa útvegað alt tilfar, sum er neyðugt fyri at røkja eftirlitið við grunninum.
Skal Framtaksgrunnurin avtakast, skulu forsætisráðharrin og løgmaður tilnevna avtøkustjóran.
Annað hvørt ár eftir 1999, skulu forsætisráðharrn og løgmaður í felag meta um, hvørt grundarlag er fyri at Framtaksgrunnurin skal halda fram at virka, ella gera av, um neyðugt verður at tillaga bygnaðin í grunninum